Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Onnur tíðindi

Skilnaðurin frá ES verður mettur at kosta Stórabretlandi umleið 39 milliardir pund – umleið 320 milliardir krónur, skrivar danska TV 2.

Men um ikki Stórabretland veit, hvør veruleikin verður eftir brexit, so eiga pengarnir ikki at flytast til Brússel.

Tað heldur Boris Johnson, sum var ein av heitastu forsprákarunum fyri Brexit í 2016, og sum av summum verður mettur sum favorittur at yvirtaka postin sum forsætisráðharri eftir Theresu May.

- Eg havi altíð hildið tað er ekstraordinert, at vit skuldu undirskriva allan kekkin, áðrenn vit høvdu eina endaliga avtalu, sigur Boris Johnson í einum intervju við bretska miðilin Sunday Times.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo