Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Nýggi brandbilurin hjá Tórshavnar Sløkkiliði er sambært donskum myndugleikum á økinum ikki bara hægsti stigabilur í kongaríkinum, men hann hevur helst longst røkkandi lift í heiminum. 53 metrar røkkur hann beint uppeftir og bummurin røkkur 27 metrar út til síðurnar.

Nýggi brandbilurin kom við Norrønu mánamorgunin, og nú tey á brandstøðini hava skoðað nýggja undurið, fara tey at gera ymsar royndir kring býin í dag.

Vit fara at hoyra meira um nýggja brandbilin seinni. Meira kann lesast HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo