Ver góður við nørdarnar. Tað er sannlíkt, at tú fert at arbeiða fyri ein
- Bill Gates
Útlendis ítróttur

Við sjey tapum (!) av tólv dystum er tað rættiliga farið at brenna undir beinunum á José Mourinho. «The special one» er brádliga vorðin special góður at tapa dystir.

Og tað er neyvan nakað sum hóvar Chelsea-eigaranum Roman Abramovitsj.

Chelsea er tó enn nøkur stig frammanfyri botnkollegar sum Aston Villa, Sunderland, Bournemouth og Newcastle, men við Championship-spøkilsinum hangandi yvir sær so má okkurt henda hjá teimum myrkabláu í London - og tað skjótt, skrivar norska TV2.

Sambært Sunday Express hevur Chelsea ein lista við trimum venjarum sum kunnu yvirtaka felagið nakað skjótt. Fyrrverandi Chelsea-venjararnir Roberto Di Matteo og Guus Hiddink eru tveir av kandidatunum. Tann triði er Brendan Rodgers.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo