Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Onnur tíðindi

Bretska stjórnin fyrireikar seg til at brúka eykahermenn at halda skil á um tað hendir, sum alt fleiri stúra fyri, at Bretland fer úr ES uttan nakra avtalu 29. mars.

Orsøkin er ikki, at veruligir hermenn mangla, men heldur, at eykahermenn hava eitt veruligt arbeiði við síðuna av, og tí hava aðrar førleikar enn teir sum ein professionellur hermaður hevur, skriva fleiri miðlar.

Tilsamans 3.500 hermenn skulu vera til reiðar, sæst í einum riti sum verjumálaráðharrin, Gavin Williamson, hevur latið tjóðartinginum.

Sum skilst verður millum annað stúrt fyri, at kilometra langar bíðirøðir av lastbilum fara at standa við Ermasund, tí tolling nú skal fremjast. Harumframt er eisini vandi fyri at ávísar matvørur og heilvágur kann fara at mangla.

Í Fraklandi fyrireika tey seg eisini - har hava myndugleikarnir fyribils brúkt nærum 400 mió kr til fleiri tollarar, djóralæknar og parkeringspláss við markið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo