Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Útlendis ítróttur

Fleiri bretskir miðlar endurgeva í dag eina sentrala keldu sum sigur seg vita, at tað er avgjørt at Jose Mourinho verður venjari hjá Manchester United.

– Jose Mourinho fer til Manchester United. Tað er longu avgjørt, sigur keldan sambært The Telegraph.

Hann skal eisini sjálvur hava fortalt tað fyri vinum, skrivar miðilin.

Men felagið avvísur at nøkur avtala er gjørt, men sigur haraftur ímóti at fundir hava verið, skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo