Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts
Onnur tíðindi

Hvíta einkjan, sum miðlarnir ofta kallaðu hana, skal vera fallin á markinum ímillum Sýria og Irak.

Veruliga navnið var Sally Jones, og hon fór úr Onglandi til Sýria at vera saman við manninum, sum bardist saman við Isis. Hann var uppvaksin í Onglandi men av fremmandari, muslimskari ætt. 12 ára gamla sonin høvdu tey hjá sær. Maðurin varð dripin í 2015, og eftir tað góðu miðlarnir henni eyknevnið Hvíta einkjan.

Sally Jones varð dripin í einum dronuálopi. Hon var eitt mál, tí hon gjørdi nógv burtur úr at skaffa nýggj herfólk til Isis ígjøgnum sosialu miðlarnar, har hon millum annað legði út propagandafilmar.

The Guardian skrivar, at hon flýggjaði úr býnum Raqqa ímóti sýriska markinum, tá hon varð dripin í einum dronuálopi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo