Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Útlendis ítróttur

Dýrari leikarar. Truplari at lokka tey størstu talentini. Færri útlendskir leikarar.

Tað vóru góðar grundir til, at øll tey 20 feløgini í Premier League fyrr í vikuni søgdu, at tey ynsktu at Stórabretland var verandi í ES.

Eisini Richard Scudamore, nevndarformaður í Premier League, segði undan fólkaatkvøðuni hvørjum hann stúrdi fyri.

- Eg haldi, at vit í Stórabretlandi, skulu verða verandi í ES út frá einum handilsligum sjónarmiði, segði Scudamore sambært Goal í eini talu.

Men eftir at bretar hósdagin atkvøddu nei til at vera verandi í ES, fær tað fleiri avleiðingar, sum fara at ávirka enska fótbóltin.

TV2 hevur ein lista yvir avleiðingarna.

Sí listan her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo