Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Útlendis ítróttur

Enskir journalistar og fótbóltsserfrøðingar kappast um at slakta Ongland eftir pínliga tapið móti Íslandi.

– Hetta er tað ringasta tapið í okkara søgu. Ongland hevur tapt móti einum landi við fleiri gosfjøllum enn profesjonellumn fótbóltsleikarum, skrivar fyrrverandi stórleikarin Gary Lineker á Twitter.

– Harragud, hetta er syrgiligt, skrivar BBC-journalisturin Alistair Magowan.

– Hetta er spektakuleært vánaligt. Tað er sum ein kjarnorkuspreinging av lorta fótbólti, so radioaktivt at eingin fer at búgva her á fleiri ár, skrivar Ian Macintosh.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo