Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Føroyska bridgelandsliðið tók á fyrsta sinni lut í evropisku kappingini fyri smátjóðir í fjør í Budapest.

Eitt 12. pláss av 17 luttakaralondum var ikki heilt nøktandi, og vónirnarnar eru at bøta um hetta úrslitið til komandi kapping, sum verður spæld í serbiska býnum Novi Sad í døgunum 20. –23. oktober.

Við á føroyska liðnum hesuferð eru:
Allan Dal-Christiansen og Pól Egholm
Árni M. Dam og Dánjal Pauli Mohr
Arne Mikkelsen og Bogi SimonsenV

Venjari og liðskipari er Símun Lassaberg.

20 lond hava boðað frá luttøku hesuferð: Albania, Bosnia og Hersegovina, Estland, Føroyar, Guernsey, Kroatia, Kypros, Kekkia, Letland, Libanon, Litava, Malta, Monako, Norður Makedonia, Rumenia, San Marino, Serbia, Slovakia, Slovenia og Ukraina.

Slóð verður løgd á heimasíðu Føroya Bridgesambands, www.bridge.fo, so fólk kunnu fylgja við úrslitunum frá kappingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo