Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain
Onnur tíðindi

Menn frá Brimli løgdu á borði hjá 7 smábátum sum í dag vóru til útróðrar í Vágahavinum. 

- Hugt verður eftir, um kravda bjargingarútgerðin er umborð og eitt nú um neyðrakettirnar eru útgingnar og eldsløkkjari er umborð, sigur stýrimaðurin á Brimli, Dávur Joensen við VP. Hann sigur, at sum heild er støðan góð og skilið í so máta er nógv betrið nú enn tað var fyri nøkrum árum síðani.

Í gjár kannaðu teir fleiri kappróðrabátar sum vandu á Havnarvág. Millum annað skal kappróðrafólkið vera í bjargingarvesti og okkurt skal eisini vera umborð at oysa við.

- Eisini har var sum heild væl statt, sigur Dávur Joensen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo