Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Bristol City úr The Championship vann í kvøld púra óvæntað 2-1 á Manchester United í 1/4 finaluni í League Cup.

Hetta hendi, eftir at Bristol hevði lagt seg á odda 1-0 við máli frá Joe Bryan tíðliga í 2. hálvleiki, áðrenn Zlatan Ibrahimovic hevði javnað stutta løtu seinri við einum beinleiðis frísparki.

Í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, skoraði Korey Smith til 2-1, og sendi hann harvið Bristol City víðari til hálvfinalurnar.

Hini liðini í hálvfinalunum eru Manchester City, Chelsea og Arsenal.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo