Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Ferðafólkini umborð á British Airways flogfarinum í gjáramorgunin gjørdust ikki sørt bilsin, tá ið flogskiparin stutt eftir at flogfarið hevði sett seg beyð teimum vælkomnum til skotska høvuðsstaðin Edinborg.

Tey høvdu keypt ferðaseðil frá London til týska býin Düsseldorf.

Sambært British Airways vóru skeivt útfylt pappír orsøkin til, at flogskiparin lendi í Skotlandi ístaðin fyri í týska býnum meira enn 800 kilometrar haðani frá, skrivar The Guardian.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo