Ein vísur maður tosar, tí hann hevur okkurt at siga. Ein dári tosar, tí hann má siga okkurt
- Platon
Onnur tíðindi

64 ára gamla Britta Nielsen, sum er skuldsett fyri seinastu 16 árini at hava stolið minst 111 milliónir krónur frá sosialu myndugleikunum í Danmark, er í dag leyslatin í Suðurafrika og skal beinanvegin flúgva til Danmarkar.

Talan er um eina púra óvanliga mannagongd, har hon, heldur enn at verða útflýggja, hevur játtað at fara heim sjálvboðin ímóti at verða leyslatin. Hon vil við øðrum orðum sum skjótast til Danmarkar at fáa dóm og sita.

Britta Nielsen var í dag fyri fyrstu ferð at síggja síðani hon bleiv eftirlýst í málinum. Hon sær munandi øðrvísi út enn tær myndirnar, sum higartil hava verið frammi av henni. 

- Hon sá móð út og hon er nógv afturfarin, sum korrespondenturin hjá Jyllandspostinum, Lloyd Gedye, segði eftir rættarfundin. Í rættinum segði hon onki uttan "I do" tá dómarin spurdi hana, um hon visti hvat málið snúði seg um, og um hon góðtók treytirnar fyri leyslatingini.

Interpol fylgir Brittu Nielsen til Danmark, har danska løgreglan tekur ímóti henni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo