Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Krutl

Kristiliga Tíðindatænastan: Hvør minnist ikki bróður Nikolas, sum vitjaði á fyrsta sinni í 1973. Hann kendi Tom Roberts og hevði hoyrt, at Tom var í Føroyum tað ári, og tí valdi hann at koma til Føroyar. 

Henda fyrsta vitjanin gjørdi hann til ein sannan Føroyavin, har hann fekk nógvar góðar vinir, m.a. Zacharias Zachariassen, sála og Mikkjal á Bergi í Klaksvík.

EINA SERSKILTA TÆNASTU
Hann varð við tað sama, hóast eingin kendi hann, boðin at tala í fleiri samkomum, og tað var skjótt, at fólkið skilti, at maðurin hevði eina serskilta tænastu og ein líka serskiltan boðskap, væl kryddaður við bæði dramatiskum og góðum upplivingum. Fólk í stórum tali streymaði til møtini at hoyra Nikolas, eisini fólk frá øðrum samkomum. 

DULNEVNI
Nikolas er ættaður og vaksin upp í Eystur-Europa, og tað, sum var serligt við honum var, at hann virkaði í londum og støðum har bíbliur og evangeliið var ein brotsgerð undir kalda krígnum.  Tí var tað, at hann ferðaðist og virkaði undir dulnevni, fyri ikki beinleiðis at stilla seg út og í ringasta føri verða handtikin.

NÓGV Í FØROYUM
Hann vitjaði javnan í Føroyum upp ígjøgnum sjeytárini og nakað inn í áttatiárini, men seinastu nógvu árini hevur tað verið langt ímillum vitjaninar. Í mong ár hevur hann virka á Kuba, har hann á hvørjum ári til jólar hevur sent eina jólaheilsan til vinir í Føroyum. Fyri nøkrum árum síðani varð hann raktur av krabbameini, og hann vitjaði í Føroyum eftir tað, men seinastu tíðina hevur man saknað at hoyra frá honum, og fleiri hava verið stúrin um hann. 

TORDUR OG NIKOLAS
Men fyri trettan døgum síðani komu frísk og góð tíðindi av Kuba. Tordur Niclasen, fyrrverandi løgtingsmaður, hevur vitjað á Kuba í hesum døgum, og hann fekk telefonnummarið hjá Nikolas, og tá hann ringdi var Bróður Nikolas í hinum endanum.

Teir báðir avtalaðu at hittast, og Tordur skrivaði soleiðis av Kuba á sínum facebookvanga um møti við Nikolas: “Tað var ein serlig løta at møta Bróður Nicolas í Havana. Leingi hava vit roynt at koma í samband við Nikolas uttan tað hevur eydnast. Hann mintist ferðirnar í Føroyum við gleði og takksemi og lat heilsa. Hann er framvegis virkin í verki Harrans. Hann hevur nógv at siga frá. Hetta var ein rík løta!” skrivar Tordur Niclassen. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo