Tak bara teg sjálvan tignarliga og hátíðarliga - men gloym so ikki at flenna
- V. Poulsen
Vinna

Norski fiskimálaráðharrin Harald Tom Nesvik er ikki so fegin um at føroysk skip skula landa sína veiðu um føroyskan bryggjukant.

- Hetta er brot á fríhandilsavtaluna millum Noregi og Føroyar, sigur hann.

Týsdagin 5. februar hevði Sjømat Norge fund við norska fiskimálaráðharran Harald Tom Nesvik og onnur umboð fyri embætisverkið og politiska leiðslu.

Tema á fundinum var nýggja føroyska samtyktin um, at allur fiskur fiskaður av føroyskum skipum skal landast í Føroyum.

Á fundinum var eisini kappingarstøðan um pelagiska tilfeingið umrødd, har Sjømat Norge vísti á vandan í at føroyski kappingarneytin brúkar proteksjonistisk tiltøk, meðan "okkara egni fiskur er útsettur fyri stórari altjóða kapping", sambært Sjømat Norge.

Undirstrikað var, at tað er týðandi fyri fiskivinnuna í Noregi at kappingin um tilfeingið er undir somu treytum, og at Noregi hevur eins góðar handilsavtalur sum kappingarneytin.

Norski fiskimálaráðharrin ætlar sær at umrøða málið á næsta fundinum við føroyska fiskiráðharran.

Málið er at fáa frían handil av fiski millum Noregi og Føroyar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo