Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Í einum gomlum køstakendum skoti, har sólin ikki sær, og hitin ikki broytist summar og vetur, funnu nøkur smábørn eitt óvanligt egg nakað størri enn lomvigaregg.

Tað var so óvanligt, at børnini nortu ikki við tað. 

Ein dagin góvu fólk sær far um, at hetta óvanliga eggið var brotið fyri nev, og at okkurt livandi var í egginum.

Hóast skalið næstan ikki var brotið, komu evarska smá kykt krúpandi úr egginum.

Fólk gjørdust ivasom og hildu seg burtur frá skotinum og egginum, sum har lá.

Kanska er tað eitt virus ella vira, vildi onkur vera við.

Børn, sum annars plagdu at spæla ´krógva og blunda´ har um leið, tordu nú ikki inn í skotið.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Fróðskaparsetrið tóku sær av hesum óvanliga eggi.

Rúm tíð gekk, áðrenn ”Eggjamálið” og eggið varð latið Granskingarráðnum. Av hesum ráðið verður øll almenn gransking umsitin.

– Í hesum føri av einum eggjaserfrøðingi – verður sagt.

Vísindalig gransking á Granskingarráðnum er vanliga tøtt sum fløskan. Tað var tessvegna kunngjørt, at meðan gransking fer fram, er umrødda skot stongt øki, og tað er bannað fólki og húsdjórum, eitt nú hundum og kettum, at fara inn um girðingina hjá løgregluni.

Meðan bíðað verður eftir Godot í hesum ”Eggjamálið,” kunnu vit hóskandi tríva eitt sindur í eitt vígslugildi um somu tí, har Fróðskapsetur Føroya var vertur:

Seks-tíma drúgva borðhaldið við tilnevning av tveimum professarum dr.med., endaleysum borðtalum, sangi, práti, skáldrekking og skemti var loksins liðugt, og sungið varð frá borði. 

[Tað nógva av matinum fór næstan órørt, kalt av borðinum. Takkað veri borðtalunum.]

Um tvey-tíðina byrjaði orkestrið Kúvingar, fyrrverandi Goggan, at spæla til ”gammeldags” dans.

Í einum króki teskaðu rektarin á Setrinum og tjóðarkitekturin og borgmeistarin í Havn og ein handilsstjóri um stórmál, sum fóru at ávirka og broyta tilveruna í okkara gamla høvuðsstaði.

Fleiri veitslufólk royndu at lurta eftir tí, sum varð teskað.

Í roynd og veru var tað ikki annað enn sama sleygið og slatrið, sum varð teskað í geilarhornum á bygd og í bý.

In vino veritas og frá gomlum monnum, segði ein hálvgamal lektari, sum royndi at lurta eftir tónleiki og teski samstundis. Hann gavst og fór til barrina free of charge. Løtu seinni inklineraði hann eina damu. La Paloma.

I love this evergreen dancing, konverseraði hann á enskum.  Hon var úr Póllandi. Serlækni í psykiatri. Beint komin til Føroya við VIP-flogfarinum at luttaka í veitsluhaldinum. Skuldi annars starvast sum serlækni á hesum hálvlidna universitetshospitali í ein mánað. Hon tosaði væl enskt.

At hon eisini dugdi at dansa, fekk hon at vita frá dansikavalerinum, sum takkaði henni fyri dansin og fylgdi henni upp á pláss við høgra armi krøktum inn á hennara høgru bringu.

Jú, hann dugdi at inklinera, dansa, konversera og kurtisera. At dansa hevði hann ætlandi lært hjá Ninu hjá Niels á Heiðunum.

Nakað seinni segði ein av teimum forvitnu kókikonunum í køkinum, at hon hevði sæð tey bæði hond í hond fara inn í elevatorin, sum steðgaði á triðju hædd.

Og har vóru tey enn.

Ætlandi hava tey notið tað vakra útsýnið suður og eystur í hav við tí vøkru Nólsoynni í miðjuni.

Tá varð eisini teskað.

Eitt gamalmenni fekk sær ein drink við barrina, og mín sann bukkaði eisini hann fyri einari damu. Tey dansaðu ein slow vals ikki sørt eygnafjar.

Goggan, ástarleikur, minni frá slíkum gomlum døgum hvørt um annað mól fløkt í hansara høvdi.

Sum frá leið kom rættiligt krút í Kúvingarnar. Dansurin fekk karakterbroyting.

Uttan mun til aldur fóru fólk út á gólv í dansin, sum við skiftandi rytmum og kenslum tók burtur stættarmun og aldursmun.

Øll vóru eins. Øll gjørdust ”ung.”

Politikarar, embætisfólk, professarar, rektari, skúlafólk og onnur, sum kanska ongantíð høvdu dansað, hvaðna minni víst eymar kenslur í mong ár, gjørdust ovfarakát og kenslueym.

Landsstýrislimir og løgtingslimir, uttan mun til kyn og politiskan lit, fóru sum á glíðubreyt í annan heim.

Landsstýrismaðurin, sum hevði lagt rygg og sál til hetta hálvlidna universitetsprojektið og tessvegna heiðraður við standmynd av sær sjálvum úti á Debesartrøð, var ein sonn dansiløva á gólvinum.

Hansara dama rakk ikki niður á gólv. Hann næstan bar hana, syfti hana, mjá og vøkur sum ein sylfida.

Eina løtu vóru tey einsamøll á gólvinum. Tey áttu dansin. Ein Tarantella, ein føroysk tarantella.

Øll hini, sum ikki dansaðu, ruggaðu standandi og sitandi.

Tarantelludansurin endaði við, at parið varð borið í gullstóli við lógvabresti.

Og so legði orkestrið sál í boogie woogie og rock and roll og jitterbug.

Høghælaðir skógvar sløddust á gólvinum. Skjúrt úr vaðmali vórðu tveitt, sum best bar til.

Tá ið orkestrið loksins spældi good-night-dansin, Wish me luck as you wave me good bye, og ljósið í høllini so líðandi gjørdist hálvmyrkt, vóru tey ”hálvgomlu” uppaftur yngri. 

Dansurin broytti karakter. Dansilagið gjørdist eymt og sentimentalt.

Eitt nú varð rektarin á Setrinum at sammeta við Fred Astair, tá ið hann á sinni dansaði við Ginger Rogers.

Harðkókaðar løgtingskvinnur dansaðu eymar við tár í eygu.

Í einum króki dansaðu ung og gomul Den toppede høne, meðan onnur sungu og dansaðu Så længe jeg lever, så længe mit hjerte slår ….

Tey gomlu eru ikki bara ung, sum eru vorðin gomul. Tey eru satt at siga eisini sjáldsom, og fongur kann vera í teimum. Tey hava goymslur av farnum livandi lívi.

Hetta er bæði lættur og tungur førningur, sum  við hvørt sæst á gongulagnum.

Tey mugu brúka aldurdómin, dansa og flenna – eisini saman við ungum fólki í øllum aldursbólkum.

Um fýra-tíðina gavst orkestrið, men føroyskur dansur gekk so lystiliga í aðru hædd, sum hálvliðug varð tikin í nýtslu av trimum sjúklingum úr Íslandi.

Skonkt varð í ringinum.

Nógv vóru farin til hús, men enn royndu nøkur at fara upp á gólv í veitsluhøllini saman við nøkrum av teimum fremmandu gestunum:

……….

Ole Morskes kone den arrige gast.
Hvad hun, hvad hun?
Hun gav sin mand både skam og last.

……….

Veitsluhøllin tømdist so líðandi.

Í sjúkrahúsparkini var kvirt. Pylsupappír og tómar ølfløskur og øldunkar sløddust allastaðni.

Tann ólidna parkin var meira eitt runudíki, sum vatn ikki rann frá. Harrin viti, um tjóðarkitekturin hevur  gloymt at fremja neyðuga drening.

Á røðarapallinum, har ein fyrrverandi landsstýrismaður við heilsumálum setti ta almennu vígsluna við kórsangi og nýggjari kantatu til endamálið, áðrenn tey innbodnu fór til borðs, sløddust mótmælisskelti.

Á aðru hædd toygdu tey Gluntarna úr hvørjari lykkju saman við nevndu sjúklingum:

Här är gudagott att vara
Dricka oss små blommor til.

Um seks-tíðina fóru tey seinastu niður við elevatorinum kvøðandi Huldumanna-táttin:

….

Ikki svav hann hesa nátt;
traman á tí lá,
um hann dagsins ljós
meira á foldum sá.

Ein av teimum celebru VIP-gestunum lá avdottin í elevatorinum. Hann varð hjálptur til hús við einum hýruvogni.

Heri Mohr   

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo