Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Tað loysir seg fyri borgarin í Runavíkar kommunu, at ein ger “ravagu” á politiska pallinum av og á.

Rokið byrjaði við, at EG ikki góðtók mannagongdina við ávísum byggiloyvi til eitt neyst.

Nú verður fari undir, enn einaferð, at broyta byggisamtyktina fyri neystaøkini. So er bara at vóna, at tað ólógliga verður gjørt lógligt.

Ein sjálvur varð settur í skammikrók fyri at tala at óskilinum. Í dag hava øll bakkað fyri mær. Nú aftur verður farið undir at broyta neystini, sum ongin tók undir við fyri trimum mánaðum síðan.

P.S. Her síggja tit, hvussu eg havi roynt at fingið nýggjar møguleikar í Runavíkar kommunu á hesum økinum. Sum tit síggja, so var Tórbjørn Jacobsen ímóti hesum 27. mars 2014 og fekk hann tað skriva í gerðarbókina til hendan fundin. So tit eiga at fáa innlit í hansara holdning. 

Um hjartabarnið hjá borgmeistaranum, lesa tit í trimum teimum niðastu viðløgdu býráðssamtyktunum, har hann friðar alt økið, og varð tað einmalt samtykt.

2013
1.
13/00266: Uppskot til øki til neyst og skúrar til størri bátar.
Vinnu- og havnarnevndin mælir til, at Tekn. deild ger uppskot til at leggja eitt øki til placering av 3-6 neystum við stødd uml. 6,3x12 m ísv bátahylin í Skálafirði.
Býráðið hevur á fundi 02/05-2013 samtykt at beina málið aftur í Vinnu- og havnarnevndina til viðgerðar.

2013
13/00266: Útlegging av økjum til neyst og skúrar til størri bátar.
Tekn. deild heldur, at tað er mælir til at endurskoða ásetingarnar fyri verandi neystaøki, heldur enn at leggja nýggj øki út til neyst og skúrar til størri bátar.
Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 27/06-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskiparnevndin.

2014
2. 13/00266: Broyting av Almennu byggisamtyktini fyri neystaøkini.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum frá Teknisku deild um at broyta ásetingarnar fyri í byggisamtyktini soleiðis, at skjøldrar skulu vera millum 4,5 – 6,5 m breiðir og longdin í mesta lagi 13m (útvendugt mál).
-Býráðið hevur á fundi 30/01-2014, eftir áheitan frá formanninum í Vinnu- og havnarnevndini, samtykt at beina málið aftur í Vinnu- og havnarnevndina og Byggi- og býarskipanarnevndini til viðgerðar.

27 Mars 2014
1. 13/00266: Broyting av Almennu byggisamtyktini fyri neystaøkini.
-Vinnu- og havnarnevndin hevur á fundi 18/3-14 mælt til, at ásetingin fyri neystaøki skal verða, at hæddin upp til sill skal verða í mesta lagi 6,0m og mesta hædd á neystinum skal verða 8,5m og takhallið skal verða millum 35 og 50 gradir.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 25/3-14 mælt til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild við teirri broyting, at fyri økini D5, D14, D16 og D36 skal loyvda byggihæddin verða í mesta lagi 5,5m frá gólvi til sill.
-Býráðið hevur á fundi 27/03-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
Samtykt við 10 atkvøðum fyri og einari ímóti.

2014
J. nr. 13/00266: Broyting av ásetingunum í býarplaninum fyri D-øki til neyst.
Uppskotið til broyting av býarplaninum D-øki, sum er neystaøki, hevur ligið frammi til almenna hoyring og er einki mótmæli ella broytingaruppskot komið inn tá freistin var úti.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at góðkenna broytingina.
-Býráðið hevur á fundi 30/10-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

2016
5/16: Neystaøki í Søldarfirði.
Møgulig býarplansbroyting í samband við nýtt neystaøki í Søldarfirði.
Uppskot er komið um at gera nýtt neystaøkið frá Trøllaklett í Søldarfirði til størri neyst, serliga til frítíðarbátar.
-Vinnu- og havnarnevndin mælir til, at Tekniska deild ger verkætlanina meira ítøkiliga, fyrireikar býarplansbroyting og broyting í byggisamtyktini, sum eisini loyvir summarbústøðum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við, at Tekniska deild um at gera verkætlanina meira ítøkiliga og at fyrireika broyting av býarplaninum og møguliga broyting av byggisamtyktini.
-Býráðið hevur á fundi 28/1-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin.

2016
42/16: Býarplansbroyting – Fjøran á Glyvrum frá Bakkafrost til Langanes
Økið frá Bakka og inn ímóti Langanesi er nú einasta stað, har fjøran ikki er løgd undir útfyllingar í samband við vegir og havnir líka av Saltnesi og inn á Bakka.
Tilmæli frá Teknisku deild: Lendið omanfyri bakkan er útlagt sum E1-øki (landbúnaðarøki) og verður mælt til, at teksturin í byggisamtyktini verður broyttur, so loyvt verður at gera gøtur og “rekreativ anlæg” í økinum (mál 45/16)
Fjøran hevur onga ámerking og verður mælt til at broyta hana til F-øki, sum friðað øki við undirtekstinum Alment fríøki. Mælt verður til at broyta tekstin soleiðis, at fríløtuøki verða loyvd (mál 45/16)
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

2016
46/16: Broyting av byggisamtyktini fyri E1-øki
Tekniska deild mælir til at broyta tekstin fyri E1-øki soleiðis, við at leggja hesi bæði pkt. afturat tekstinum.
• Fríløtu øki (rekreativt område)
• Gøtur
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

2016
47/16: Broyting av byggisamtyktini fyri F-øki
Tekniska deild mælir til at broyta tekstin fyri F-øki soleiðis, við at leggja eitt pkt. afturat tekstinum.
• Fríløtu øki (rekreativt område)
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

Jonhard Danielsen
Býráðslimur Runavíkar Kommuna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo