Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum

Tað eru frískir vindar ið leggjast yvir politiska landslagið í hesum døgum.

Eg var á veg vestur á Flogvøllin tíðliga um morgunin hin 24. juni, 2016, og hoyrdi tá tíðindini um at bretar við tógvi stríð høvdu megnað at gjørt Brexit til veruleika. Eg sá tá hitt allarfyrsta skimtið av einari ljósstrálu birtast í endanum á Vágatunlinum, á veg vestur. Hettar var samstundis hitt fyrsta skimtið av einari ljósstrálu í endanum á langa, drúgva, politiskt rættað, “tolsama” og talufrælsisfortreingjandi tunlinum, ið tey ultra-liberalu hava noytt okkum øll at koyra í, í so mong ár. Tað var sum eitt frískligt lot í andlitið ein heitan summardag.

Eg gjørdist ikki sørt rørdur. Og grundin til at ein gerist rørdur av tílíkum er einføld. Vit hava leingi livað í einum heimi, ið hevur trýst niður á einhvønn rætt hugsandi. Ikki politiskt rætt hugsandi, men rætt hugsandi. Øll tíðindi hava kappast um at vera verri enn tey undanfarnu, og ein hevur í áravís havt eina kenslu av, at órættvísið og vinstrasinnað trongskygnið altíð vinnur frama…. óansæð hvørjum landi tað hendir í. Sannleiki hevur leingi verið ofraður, fyri at møguleikin fyri at onkur kann gerast kensluliga særdur ikki skal vera til staðar.

Teir ið fremja yvirgang skulu verjast, og teir ið talað at yvirgangsmonnum og ideologiini handan ræðuleikarnar skulu rættast í skundi.

Kyn, sum øllum kunnugt er biologiskt ásett, er brádliga nakað ið er ásett eftir kenslum. Og stakkals tann ið torir at rættað fingurin upp, fyri at seta spurning við hesa biologisku avtøku.

Rationalitetur er vorðin fíggindin hjá liberalu elituni. At loysa ein trupulleika er ómøguligt, tí tað er ikki loyvt at eyðmerkja trupulleikan á nakran hátt. Bardagin er tí ímóti nýggjum, til-høvi-tilgjørdum hugtøkum.

Tó…. hin 23. juni valdu bretar lukkutíð at taka land sítt aftur. Teir vildu sjálvir valda í egnum landi. Landið ið fostraði hin mætað Winston Churchill fekk nakrar rygggeislar hendan dagin, og kundi nú fara í gongd við at byggja sær ein rygg aftur. Nú skuldi Brússel ikki longur avgera hvør skuldi sleppa inn í landið. Brússel skuldi ikki avgera hvat fyri mentan skuldi varðveitast í teirra landi…. hin bretska ella hon hjá øðrum tjóðum. Brússel skuldi ikki longur avgera hvørjar lógir skuldu galda í Bretlandi framyvir.

Eg føldi tað á mær, at hettar fór at vera byrjanin til okkurt nýtt. Eitt “paradigm shift”. Eisini tá tað kom til biologi, fosturtøku, anti-semitismu og yvirgang.

Hin 8. november hendi tað so aftur. Donald J. Trump var tá, við fullkomnari yvirváð av valmonnum, valdur til forseta í USA tá Hillary fall. Fólkið hevði fingið nokk av politiskum rættleika og burturlutan av teirra hart upparbeidda frælsið. Nú traðkaði ein maður fram, ið ikki segði tingini á følsaman hátt. Hann legði onki í at pakka orðini inn í vatt, so at ongin kundi fáa gott ella ilt av teimum. Hesin var ikki politikari!

Gamaní, hann segði mangt á skeivan hátt, og hann segði ymiskt ið var betur ósagt. Men meiningar hansara komu týðiliga til sjóndar, og tað hevur ikki verið vanligt reint politiskt…. tað at tosa beint og ópolerað til tann hópin, ið hevur følt at tey ikki áttu eina rødd. Og hesin hópur er ovurstórur. Liberala elitan biður um meiningakanningar í tíð og ótíð, fyri at sláa fast at teirra meining er í yvirváð - eisini her um okkara leiðir. Hesin hópur sum onga rødd hevur havt, hevur so fingið at vita, hvat “øll” meina um eitthvørt.

Skilið er hitt sama her á landi. Hygg t.d. eftir hjúnarbandslógini…. vit høvdu øll fingið at vita, at nógv tey flestu vildu hava hana broytta, men samstundis vildi sama liberala elita ikki hava lógina út til eina atkvøðugreiðslu. Also vistu tey innast inni hvat úrslitið tá hevði verið. Tí Trump effektin er verulig. Hin stilla røddin hoyrist í einari fólkaatkvøðu.

Men aftur til Trump - hann tosaði ógvuliga beint fram, og hevði ífylgi teimum ið eru ógrøðandi sjúk av nútíðar humanismu, ongan livandi kjans at gerast forseti. Tað fór ongantíð at henda.

Sjálvur vildi eg nokk havt ein annan republikanara til forseta, men tað ið gjørdi 8. novembir til ein sigursdag, var at Hillary ikki kom framat. Sagt er eisini, at fólkið valdi ikki Trump, men at tey frávaldu Hillary, og tað er nokk eitt sindur av sannleika í tí.

Tað var grinið tjúkt eftir honum, og útspillingarnar náddu jozoanskar hæddir. Men Trump…. ja, hann vann, og hann vann stórt. Hann kom sum ein hvøkkur á allan heimin. Og heimurin er ikki nær í námind við at vera komin yvir hendan hvøkkin.

So komu útspillingarnar. Nú fall demokratiið ikki á tað síðuna, ið tað “skuldi” og “átti”, ífylgi teimum ið vóru klár at hartað Trump, fyri ikki at góðtaka úrslitið.

Nú skuldi mótmælast. Bilar skuldu brennast. Kvinnur skuldu í amerikanskt litað hijab og klæðnapløgg ið ímyndaðu teirra kynsgøgn. Trump-viðhaldsfólk skuldu berjast harðliga niður. Orð sum rasistur, islamofobur, homofobur, hin nýggi Hitler, dupultmoralistur, kvinnu hatari, og mangt líkt var tveitt eftir honum - ikki bert av vanligum deyðiligum, men eisini av høgt settum embætisfólki um allan heim…. eisini her um leiðir.

Rútar hjá Starbucks og McDonalds fingu av at vita. Hesir rútar høvdu opinbart ikki uppført seg rætt og frælslynt.

Ferðsla skuldi órógvast í mongum stórbýum og á flogvallum, tí Trump er pro-life (fyri lívið), og tað er ein deyðssynd millum liberal.

Eisini vildi hann eftirkanna tey enn betur, ið ætla sær inn í landið, vegna vanda fyri yvirgangi. Og bara tankin um, at nakar skal kannast væl og hareftir góðtakast, tá hugsa verður um hvussu nógvan “frið” hesi spreiða runt um seg í øllum Europa og USA - hann er nokk til at einhvør liberalur tolir at missa ein part av “Keeping up with the Kardashians”, fyri at fara út á gøturnar at bróta rútar friðarligt.

Also hvat billar Trump sær inn?

Stutt sagt so skuldi alt øsast upp og so nógv sum gjørligt brótast og oyðileggjast, tí Trump hevði lovað at gera Amerika stórt aftur.

Frá 8. november og til 20. januar gekk eg við einum skeivum smíli og taldi dagarnar.

Vilhelm Hendrik í Skálanum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo