Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Frá 8. novembur og til 20. januar gekk eg við einum skeivum smílið og taldi dagarnar. Um 73 dagar skuldi Ísrael hava ein vin aftur í Hvítu Húsunum. Og meðan eg taldi niður, royndi nú-fyrrverandi forseti at gera alt fyri at seta kíla í viðurskiftini millum londini bæði. Farið var so langt, sum at latað eina ófantaliga resolutión fara ígjøgnum ST. Ein resolutión ið skuldi vísa seg at vera tilrættarløgd av Hvítu Húsunum, ígjøgnum annað land.

Hin 20. januar kom, og ruðuleikin millum hesu ungu, óroyndu og blint politiskt rætt-hugsandi var hin sami.

Michelle Obama hevði í 8 ár roynt at fingið besveraðar damur út av røra seg meir, og Trump hevði ikki sitið í ein heilan dag, tá 100.000vís av hesum kvinnum fóru út at røra seg og at ganga gøtur og vegir á tamb.

Tey ungu hava ongantíð verið noydd til at berjast fyri nøkrum rættindum sjálvi, og gingu tí á gøtunum og royndu at gera seg inná løgregluna í fleiri førum. Tað vóru tey jú sloppin undir fyrrverandi forseta, har úrslitið var at fleiri løgreglufólk vóru løstaði og summi lógu eftirá av ruðuleikanum. Hildið var tí at hettar gekk enn.

Men ein nýggjur sheriffur var nú komin til, og hondjørnini vóru beinanvegin tikin av løgregluni….sum rætt er. Nú skuldi steinkastandi og eldásetandi uppreistur ikki longur klassifiserast sum mótmælisgongur….eins og eisini rætt er.

Stjørnin hjá Trump hevur sagt, at hon ynskir at arbeiða pro-aktivt. Nevniliga at fyribyrgja at nakað keðiligt hendir. At arbeiða reaktivt (also at reagerað aftaná) kunnu øll, og ikki eingong tað finna okkara vesturlendsku stjørnir útav, at gera rætt. Tey tendrað stearinljós og keypa blómur, og tað er at stingað
høvdið í sandin.

Eitt dømið uppá, hvussu illa stendur til reint rationelt millum tey priviligeraði liberalu, er bretska J.K.Rowling, ið fíggjarliga er verd umleið eina milliard dollarar, og sum sanniliga kann flokkast við priviligeraða Hollywood jammer-kórið, tá tað snýr seg um Trump.


Hon hevur spilt Piers Morgan, fyrrverandi CNN-starvsmann, út á Twitter. Hettar tí Piers vardi ein ordra frá Trump um innferðarbann við rationellari argumentatión.

Ein tilvildarligur Twittari settið so J.K.Rowling ein spurning, síðani hon so gjarna vildi hava øll inn í landið, uttan at kannað hvørji tey eru áðrenn. Rowling bleiv spurd um hon persónliga vildi hýsa eini 100 frá Miðeystri, í onkrum av mongu stóru húsum sínum, um tey á Twitter syrgdu fyri ferðaseðlakostnaðinum.
Rowling hvarv tá úr kjakinum. Talk but no action.

Politiski rættleikin ið hevur gjøgnumsúrgað allan politikk og tíðindaflutning, og sum síðani er sendur rímiliga ótynntur út til fólkið sum ein resolut dagsordan, hevur oyðilagt flest vesturlond eftir stuttari tíð. Tað verður á fasistiskan hátt lagt eftir øllum rationelt hugsandi, og slagorðið er altíð “rasistur” og
tílíkt, um ein er ósamdur.

Londini rundanum okkum eru á eggini búskaparliga, mentanarliga, átrúnaðarliga og eisini reint menniskjaliga. Ongin má rópa varskó, og enn minni traðka á bremsuna.

Trump refereraði til Svøríki nú ein dagin, og fekk av at vita frá fjølmiðlum. Longu dagin eftir máttu somu fjølmiðlar bera tíðindir um brennandi bilar og steinkastan eftir løgregluni….í Svøríki. Svøríki er landið har feministiska stjórnin fer í hernað ímóti Trump, fyri hansara orð um kvinnur. Síðani fara hesir somu kvinnuligu feminismu-forkemparar til Iran, og dekkað sær høvdið við hvør sínari hijab, fyri at vísa sítt undirgivnið. Reint forkastiligt, og hattar gjørdi Le Pen úr Fraklandi betur, tá hon noktaði at seta eitt slíkt á høvdið í Libanon, og tað er alla æru vert.

Ein vinur vísti mær á froskin í grýtuni, og eg hevði gloymt hvussu góð tann myndin er, tá tað kemur til at duga at siga stopp. Um froskurin verður settur í lunkað vatn, og tað síðani verður tendrað undir grýtuni, so situr froskurin og tilpassar seg hitastiginum, meðan vatnið gerist heitari. Tá so vatnið gerist ov
heitt, orkar froskurin ikki at hoppa úr, tí hann er máttleysur av hita. Soleiðis er eisini við okkum menniskjum ideologiskt. Tað vil siga at um ein persónur frá vesturheiminum verður spakuliga útsettur fyri miðeystur&miðaldarmentan, so heldur hann á við at góðtakað rákið, inntil tað er ov seint at leypa frá. Hattar er politiskt rættað Europa í 2017. Nú er vatnið við at vera ov heitt, og Europa situr enn og tilpassar seg. Roynir onkur at leypa úr vatninum, so er hann/hon sjálvandi rasistur og ótolsamur fundamentalistur.

Slíkar útsagnir kunnu lætt misskiljast. Summu síggja tað sum rasismu og onnur sum islamofobi ella bæði. Sannleikin er, at sum ein trúgvandi ynskji eg eisini at hjálpað. Vit eiga at hjálpa har vit kunnu. Men tað merkir ikki at vit skulu vera bláoygd. Tað merkir heldur ikki at tey ið hava tørv á hjálp endiliga skulu inn í okkara lond, har tey so týðiliga trívast verri enn har tey komu fra. Vit kunnu hjálpað teimum har tey eru. Vit kundu tá hjálpt fleiri, og enntá bíligari. Og tað ófrávíkiliga faktum, at mong teirra millum eru fíggjarligir immigrantar (also ikki flygtningar) í besta aldri, er besta talurør fyri at hjálpa teimum, har tey eru. Europa klárar ikki meir av teirra “friðið”.

Aftur til USA
Tað ið mong gloyma viðvíkjandi Trump, er at hann hevur livað í eini alvorligari luxus tilveru stórsta partin av lívinum. Hann hevur nærum altíð verið umgirdur av fotomodellum, gullið, marmori, 1. floks gourmet o.s.fr., og hesin maður hevur til ein stóran part lagt hesi tingini á hylluna í eina tíð, tí nú vil hann fáa Amerika aftur á rætta kós.

Hugsað um hettar eina løtu….hann er fluttur heilt niður í tey Hvítu Húsini, sum fyri hann er at roknað sum eitt útróðrarneyst.

Hann hevur takkað nei til forsetalønina uppá 400.000 dollarar um árið, tí tað er ikki grundin til at hann er har.

Hann hevur eisini arbeitt út í eitt við implementering av alskyns broytingum, líka síðani hann kom til valdið….og enntá áðrenn tað. Og hann hevur lova at hann fer at hugsa um Amerika fyrst, øll hesi 8 árini.

Kemur hann at gera feilir?

Avgjørt! Hann er einans eitt menniskjað. Men so mikið sæst á arbeiðsháttið hansara, at feilirnir vera menniskjaligir (av misgávum), og ikki av valdsgirnd eina.

Hesin forseti torir at seta navn á trupuleikar, og at skapað karmar fyri einari loysn. Hóast tað er ódámligt millum tey ultra-liberalu (serliga fjølmiðlar og Hollywood).

Obama er til dømis liberala hetjan, hóast hann hevur bumbað nógv í Miðeystri, meðan Trump sjálvandi er ein islamofobur, tí hann ynskir at eftirkannað hvørji koma inn í landið frá somu londum.

Bara tað at tora at nevna radikala islam við røttum navnið, og at lova tjóðini at berja teir radikalu niður í pulvur, hevur kravt mót. Hann torir at vísa á, at vesturheimurin ikki klárar at takað meiri av tí islamska “friðinum”.

Bara tað at vilja verja ungu kvinnurnar ímóti indoktrineringini frá Planned Parenthood, hevur givið ógvusligar røringar í, hjá ironiskt nokk, feministum. Tað er ironiskt, tí Planned Parenthood drepur fleiri kvinnur enn menn.

Bara tað at lova at tveita kriminellar og/ella ólógligar innflytarar útaftur út landinum, hevur fingið blóðið at kóka hjá summum. Hesi ultra-liberalu vilja hava kriminell og ólóglig, at vera verandi í samfelagnum, tí tað er politiskt rætt.

Og bara tað at hann hevur lova at standa 100% aftanfyri løgreglu og annað útinnandi vald, hevur øst fleiri.

Hóast allar hesar søkir eru rættar og góðar, so verður hann útspiltur fyri at standa fast hesum viðvíkjandi.

Liberali og politiskt rætti fjølmiðlahópurin fordømur ikki ræðuleikar, óansæð hvussu nógv vera løstaði og dripin - við einum undantakið, og tað er tá Ísrael noyðist at verja seg ímóti yvirgangið. Liberali hópurin nýtur harafturímóti nógva tíð uppá, at leggja eftir teimum ið tora at vísa á trupuleikan, og sum ynskja at koma við einari rationellari loysn.

Fjølmiðlarnir eiga ein stóran part av skyldini. Teir hatað loysnir, og leggja beinanvegin eftir einum ið fer so langt sum at seta orð á trupuleikan. Eisini her um okkara leiðir verður farið eftir teimum skeivu….nærum altíð.

Og óerliga pressan er sanniliga ikki aftanfyri her á klettunum. Eg minnist eina andøvsløtu við Óla á R7, har ið Óli tosaði við ein gest um tey verjukríggj ið Ísrael hevði vunnið. Har tók Óli til, at tá Ísrael vann í ´67, tá var tað ein hin besti dagurin nakrantíð. Ein “fantastiskur dagur”, meini eg hann segði….og
tað av røttum.

Longu dagin eftir var hann endurgivin í kvf, og har segði óerligi journalisturin at fyri okkum onnur er besti dagurin nakrantíð, tá man giftist ella fær sítt fyrsta barn. Men - legði hann afturat - fyri Óla, var hin besti dagurin tá túsundir lótu lív í Egyptalandi, Jordan og Libanon.

Hettar er óerligur tíðindaflutningur. Óerligi journalisturin veit væl, at Óli ikki gleddist yvir øll tey deyðu. Hann veit væl, at Óli gleddist yvir sigurin hjá Ísrael, og tað er ikki tað sama. Men at bera tíðindini framm so óerligt, tað duga teir eisini í Føroyum. Tað er milt sagt spýggiligt at skula leggja oyru til slík følsk tíðindi.

Hettar sæst eisini týðiligt í dagsins evnið í Tinginum. Ein Landsstýrismaður ætlar nú at halda alla høvuðsvinnu og nærum alla landsins inntøku sum gíðslar, fyri at fáa sítt lógaruppskot trumfað ígjøgnum. Hettar er málið um lykilin ummaftur, og av sama flokkið. Eitt ultimatum, ið hevur mátt til at slíta samgongu og kann enda við nývalið, bara tí at ein ávísur ikki fær sín absolutta viljað. Men journalistarnir fara ikki í hernað fyri landið og tjóð….fyri høvuðsvinnu og landsins inntøkum. Teir kunnu ikki ordiliga gera nakað serligt, tí talan er um teirra dreymasamgongu. Teir spyrja tí ikki ov nær, og gera ikki ov nógv
burturúr. Tað í sær sjálvum er eisini óerligt, tí tað er nú at fólkið og landið tørvar eina veruliga og fría pressu.

Tey ungu sita eisini bara og hyggja at og yppa øksl, um talan ikki er um seksuel frælsið. Tá er ikki so áhugavert at fara út við plakatum.

Sum ein góður forseti (Ronald Reagan) einaferð segði so væl, so ganga ung fólk í ivasomum pløggum og grensusetandi frisyrum, og vála við skeltum har áskriftin m.a. er “Make Love, Not War”, og hann helt at hesu ungu sóðu út til at vera “not capable of neither”. Hann hevði mangan góðar observeringar.

Nú sær út til at Le Pen kanska kemur til valdið í Fraklandi. Og Wilders hevur nógvan uppbakning í Hollandi. Merkel stendur kanska endiliga fyri fallið, og ES við henni?

Vit kunnu í hvørfall vóna at so er.

Landslagið broytist, og tað sær út til at Brexit/Trump effektin er farin á rull.

Les eisini: Broytandi tíðir 1/3


Vilhelm Hendrik í Skálanum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo