Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Merkel stendur kanska endiliga fyri fallið, og ES við henni? Vit kunnu í hvørfall vóna at so er.

Landslagið broytist, og tað sær út til at Brexit/Trump effektin er farin á rull. Orðið “Rasist” hevur eina nýggja definitión nú, og merkir “Ein ið vinnur eina debatt ímóti einum liberalum”.

Menniskju eru í ferð við at finna útav, at tey hava eina rødd. Tey byrja at síggja at teirra atkvøða hevur týdning í einhvørjum valið. Tað sær út til at fleiri og fleiri innsíggja at meiningakanningar undan einhvørjum valið, vísa tað ið fjølmiðlar vilja hava fram, tí tær eru gjørdar soleiðis at fjøldin skal stýrast til tað “ætlaða úrslitið”.

Men tá nóg nógvir Palliba’ar og nóg nógvar Marsannur reisast í senn, so raplar korthúsið hjá teimum “tolsomu” og “politiskt røttu”. Tá gerist demokratiið aftur demokratiskt, og fasistiska hugsanin, ið sigur at tú skal tiga um tú ikki hevur røttu meiningina, dettur á gólvið.

Tá ræðast tey ultra-liberalu og upp-í-nøsina mentaðu. Tey venda sær tá, við teirra longda armi ið eru ungu næmingarnir, til rútarnar hjá Starbucks og McDonalds og brenna onkrar bilar ávegis hagar.

Tú hevur, sum vanligur, friðarligur veljari sjálvandi skyldina - tað er vist (sarkasma). Tað er, í teirra hugaheimi, tú ið er trupulleikin, tí tú valdi ikki rætt, tá tú fekk at vita at tú sjálvur ræður yvir, hvat tú velur.

Tú spældi ikki við, og nú hevur tú oyðilagt alt. Hví skuldi tú alt í einum fáa tær eina sjálvstøðuga meining, og eina samvitsku? Tað er bara hin góðkenda elitan ið hevur loyvi til at mynda eina meining!

Nú kemur hjúnarbandslógarbroytingin fyri aftur á Tingið. Har sita fleiri ið einaferð tordu at tala at siðloysi. Teir høvdu einaferð rygg, men tíðin fór frá tí.

Tað gjørdist eisini ein eirindaleysur kampur, fyri at fáa enn fleiri kvinnur inn á Ting, soleiðis at umboðanin skuldi vera so jøvn sum møguligt. Men bert ein einasta núverandi kvinna á Tingið hevur rygg, og takk skal Mercedes hava fyri hennara stríðið fyri hjúnarlagnum.

Hinar kvinnurnar sita har og gleðast yvir at land og mentan, Gudsótti og hevd, verður koppað soleiðis at tað brotnar ólekiliga sundur. 

Tað er tó ikki so at kvinnurnar eina eru atvoldin til hesar ræðuleikar ið vera framdir í Tinginum t.d. í dag hin 19., tí mennirnir kundu traðka til og rættað skútuni aftur - um teir høvdu rygg og dirvið til tess, tí teir vita hvat ið rætt er.

Men flestu teirra eru enn veikari enn kvinnurnar. Teir vita væl av, at hjúnarbandið er millum mann og kvinnu. Hettar er ongin loyndardómur. Teir vita av náttúrunnar hond, og við vanligum viti og skili, at eitt hjúnarlag er heilagt, og at tað ikki skal pilkast við tað.

Teir atkvøða í morgin ímóti betri vitan, og tað er ein sorgarleikur fyri okkum øll - tað at menniskju viljandi velja skeivt, fyri at tekkjast órættvísum.

Teir halda at teir keypa sær kreditt frá teimum, hóast teir longu nú síggja at kavabólturin einans verður størri.

Takk og lov fyri tær fáu ávarandi røddirnar, ið eru frammi hesar dagarnar.

Jógvan á Lakjuni er ein, og Bill Justinussen og Jenis av Rana hava eisini staðiliga ávarað.

Hesir, og nakrir fáir aðrir ið eg ikki havi nevnt, eru ímyndin av monnum við ryggi.

Hóast menniskju ikki vilja síggja sannleikan í hesum beint nú, so eru hettar slíkir ið seta sannleika, sið, mentan, vit, skil, og trúfesti mótvegis Gudi, fólki og landi, framum popularitet og atkvøður.

Hettar eru menn ið ikki hava tørv á at óttast. Teir talaðu rættvísi í ómetaligum mótgangi, og ávaraðu upp í saman.

Teirra partur liggur ikki eftir.

    Fyri tí tú veit er rætt,

    Doyggj um so man vera.

    Tá skal lívið fallað lætt,

    Deyðin onki gera.

Vit síggja tíanverri í fleiri førum, hvussu henda samgonga vil brótað niður. Onki skal sleppa snikkaleyst.

Fiskivinnan skal avlagast í bestu tíð. Reiðarar ið hava fingið tað at bera til, og sum hava sett pening í virkir og nýggj skip, skulu nú revsast. Teir hava gjørt seg skyldigar í success. Teir mugu niður við flagginum. Hettar hóast teirra virksemi er hornasteinurin undir okkara búskapi.

Teir hava bygt land, upparbeitt eitt ómetaligt virðisgrundarlag, veitt talrík størv, goldið skattir og avgjøld, effektiviserað, tillagað seg einari truplari og broytiligari vinnu.

Men øvundin skínur ígjøgnum í ætlaðu fiskivinnunýskipanini.

Tað er bert øvund sum kann fáa eitt fiskivinnumálaráð, til at sindrað inntøkugrundarlagið hjá teimum effektivu og vælriknu soleiðis, í bestu tíð í mannaminnið.

Hesi somu hava rópt upp um at taka serfrøðina við. Nú valdsskiftið er farið fram, so er serfrøðin einans til pynt.

Ætlanin er mær kunnugt nú eisini at fara at leggja eyka byrðar á alivinnuna, tí at tað nú endiliga hevur borið til at fáa hesa vinnu at hanga saman.

Her er aftur talan um øvundsjúku.

Talandi um Bústaðir fyri nakað síðani, segði Rutt Vang á Tingið, at hon saknaði privatar í hesari vinnu, ið ynsktu at gera nakað við bústaðarviðurskiftið.

Eg kundi ikki annað enn hugsað, at tað er naivt at rokna við privatum innan aðrar vinnur, tá vit síggja hvussu henda samgongan fer við okkara høvuðsvinnum.

Eina vón havi eg at enda.

Eg vóni at Harrin Gud Ísraels gevur onkrum í samgonguni ein rygg næstu dagarnar, og serliga í dag hin 19.

Eg vóni, at eitt undur hendir.

Henda samgongan er hin ræðuligasta ið okkara land hevur sæð. Onki er heilagt. Tað verður eitt stórt upptak eftir hana.

Men eitt er vist. Hitt álvarsamasta málið ið nakrantíð hevur verið fyri á Tingið er málið um hjúnarbandslógina. Hornasteininum undir familjuni. Verjugarður barnanna.

Her vita allir hvat rætt er at gera, og flestir stýra beina kós á land alíkavæl.

Hetta er sorgarleikur fyri alla tjóðina.

Og skomm fái tey ið rekað betrivitandi samgongulimir í rætt og krevja av teimum at teir skulu velja eftir einum siðloysis leisti.

Vilhelm Hendrik í Skálanum

Sí eisini:

http://www.vp.fo/news-detail/news/news/detail/broytandi-tidir-13/

http://www.vp.fo/news-detail/news/news/detail/broytandi-tidir-23/?L=rzowcofulgmpffd&cHash=0f06d194e7d7b76e026bf4d4b0f15b9a

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo