Fyrigev tínum fíggindum. Onki argar teir meiri
- Oscar Wilde
Tekstlýsingar

Vága kommuna: Við heimild í §6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága býráð á fundi tann 14. maj 2018 samtykti at broyta býarplanin fyri Vága kommunu fyri sethúsaøkið við Olivarsveg og Dagmarsgøtu í Miðvági soleiðis, at matr. nr. 128d, 190g og partur av matr. nr. 12c, 287, 295a og litra ‘am’ í Miðvági verða broytt til B5-øki: sethúsaøki - serstøk byggisamtykt.

Tilfar, sum lýsir broytingina, kann síggjast umvegis niðarfyristandandi leinkjur og liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá mikudegnum tann 16. maj 2018 til hósdagin tann 06. juni 2018, báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi mikudagin tann 27. juni 2017.

Serstøk byggisamtykt fyri sethúsaøkið við Olivarsveg og Dagmarsgøtu í Miðvági

Planur við byggifeltum

Skurðir A-A til D-D

Skurðir E-E til G-G

Verandi B øki og nýtt B5 øki

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo