Tit skulu vera góð við tey fáu ríku, soleingi tey eru her. 'Tey fátæku fara tit altíð at hava' stendur jú skrivað
- Hans P. Johannesen
Flogvinnan

Fyri veður eru hesar broytingar fyribils gjørdar í ferðaætlanini hjá Atlantic Airways í morgin 7. desember 2017:

Úr Vágum: Fráferðin hjá RC470 úr Vágum til Billund í morgin kl. 08.00 er løgd saman við RC450 til Keypmannahavnar kl. 08.30. Tað vil siga, at flogið verður via Billund til Keypmannahavnar.

Til Vágar: Fráferðin hjá RC453 úr Keypmannahavn kl. 12.15 er løgd saman við RC471 úr Billund. Flogfarið flýgur tískil via Billund á veg til Føroyar. Fráferðin úr Billund er kl. 14.30.

Allar tíðir eru lokalar.

Atlantic Airways heitir á ferðafólk um at fylgja við ferðsluni og møguligum broytingum á heimasíðu okkara atlantic.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo