Arbeið hart 8 tímar um dagin, so kemur tú helst í stjórasessin - og mást arbeiða 12 tímar um dagin
- Robert Frost
Tónleikur

Í kvøld verður meistaraliga mikukvøldið í Syðrugøtu. Kaldar bjór, fish’n’chips, semifinala á stórskíggja og fesk tónleikahitt úr Bretlandi.

G! Festivalurin er sera fegin um at kunna vísa HM-semifinaluna millum Kroatia og Ongland í kvøld klokkan 19.00 á stórskíggja í Syðrugøtu. 

At semifinalan er løgd aftrat skránni merkir, at Rag’n’Bone Man framførir ein hálvan tíma fyrri, klokkan 21.30, meðan Swangah verður flutt niðan á Spæliplássið og byrjar klokkan 23:00. 

 Gongdin í dystinum kann ávirka skránna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo