Frægari er hálvt ja og úrslitið heilt - enn heilt ja og úrslitið hálvt
- V. Poulsen

VP spyr

NAVN / NR.FO

Tekstlýsingar

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága býráð á fundi 12. juni  2017 samtykti at broyta býarplanin fyri Vága kommunu soleiðis, at ein partur av matr. nr. 104a, 292a, 326b og 252a Niðri á Tjørn í Miðvági verður broyttur til A2-øki serstøk byggisamtykt.

Kort, sum vísir broytingina, liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá mikudegnum 14. juni 2017 til hósdagin 06. juli 2017 báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi hósdagin 27. juli 2017.

Vága býráð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann