Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Vinna

Føroya Reiðarafelag mótmælir harðliga, at grundleggjandi broytingar í kunngerð um flyting og avhending av fiskidøgum verða sendar Fiskivinnuráðnum eitt samdøgur áðrenn fundur verður hildin í ráðnum.

Talan er um eina týðandi broyting, sum hevur umfatandi avleiðingar fyri flotan í framtíðini.

Tað er óskiljandi, at slík grundleggjandi broyting verður send til hoyring dagin fyri viðgerð í Fiskivinnuráðnum.

Tískil mælir Reiðarafelagið til, at at broytingaruppskotið frá Fiskimálaráðnum verður tikið aftur beinanvegin.

Í stuttum er talan um, at skotið verður upp, at ásetingin fyri línuskip í skjali 1, sum í verandi uppskoti er “Línuskip 600 og størri” verður broytt til: “Línuskip 600-2772”.

Reiðarafelagið metir, at hendan broytingin er ein beinleiðis forðing fyri, at línuflotin kann endurnýggjast.

Føroyski línuflotin er sera gamal, har tey nýggjastu frystilínuskipini eru bygd seinast í áttatiárunum, og tey eru tískil 30 ára gomul.

Einasti háttur at endurnýggja núverandi flota er at keypa 2. ættarlið av t.d. norskum línuskipum, tá ið norsk reiðarí byggja nýggj skip. Hetta eru fleiri dømi um seinastu árini.

Hendan broyting merkir, at skip, ið eru størri enn 2772 (longd x breidd x dýpd), als ikki kunnu fáa fiskidagar í tí føroysku skipanini.

Uppritið sigur nevniliga greitt, at “ongir fiskidagar verða fluttir á skip, ið eru munandi størri enn skip í verandi flota og tey skip, ið vóru í kanningini frá 2011.”

Hetta er serstakliga óheppið, tí at fleiri norsk línuskip, ið skulu skiftast út í næstum, eru størri enn 2772.

Hesi verða nú útihýst frá føroyska flotanum, og hetta verður tískil ikki ein møguleiki hjá føroyskum reiðaríum, ið ynskja at skifta síni skip út.

Nýggjaru skipini eru t.d. smíðað soleiðis, at tilber at draga línuna upp ígjøgnum miðjuna av skipinum.

Hetta virksemi krevur størri skip enn tey núverandi føroysku skipini.

Ætlanir um at skifta núverandi skip út kunnu møguliga fremjast, um størri støðufesti aftur fæst í føroyskan fiskivinnupolitikk, men hendan kunngerðin forðar tí.

Hesar ætlanir vera tískil gjørdar til einkis, og tað er eitt stórt afturstig fyri føroyska línuflotan.

Óhugsandi er at byggja nýggj skip við verandi fiskiskapi, og tí er frægasti møguleikin at keypa brúkt skip úr t.d. Noregi.

Línuflotin hevur havt frægari úrslit í fjør, og gongdin seinastu tíðina hevur verið jalig.

Tískil er eitt ávíst bjartskygni í flotanum, og møguleikin fyri at keypa brúkt skip er til staðar.

Nýggj krøv eru eisini í lóg um fyristing av sjófeingi um, at alt tilfeingi skal førast til lands, og ein partur av fiskinum skal førast til lands við høvdi.

Hetta krevur rúmligari skip, sum kunnu lúka nútímans krøv um at gagnnýta alt tilfeingið úr havinum.

Tey eldru ísfiskalínuskipini, sum framvegis eru í vinnu, eru bygd umleið í 1960. Hesi skip krevja endurnýggjan, men við hesi broytingini verður eisini torført at skifta hesi skipini út.

Víst verður á, at fleiri kunngerðir um avhending av fiskidøgum frá 2004, 2005, 2011, 2018 og 2019 hava bólkað hesi skip sum “Línuskip 600 og størri”.

Einki ovara mark hevur tískil nakrantíð verið á línuskipum ísv. reglur um avhending og flyting av fiskidøgum.

Samanumtikið mótmælir Reiðarafelagið hesi broyting, og hon eigur at verða tikin aftur alt fyri eitt.

Broytingin forðar fyri endurnýggjan av einum avgomlum flota, sum veruliga hevur tørv á nýggjum veiðitólum.

Bæði fyri at hagreiða veiðuna betur og fyri at lúka almennu krøvini um at fáa alt til høldar.

Harumframt skapa nýggju skipini munandi betri karmar fyri dagliga lívinum hjá manningunum umborð, og hetta ger tað bæði høgligari hjá manning og betrar møguleikarnar at fáa fólk umborð á línuskipini.

Føroya Reiðarafelag

Les eisini:

Gloym alt um burðardygga veiðu og grønan profil

Fiskivinnuráðið: Broyting ger tað torført at endurnýggja línuflotan

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo