Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Lesarin skrivar

KUNNING til ØLL í FØROYUM, serliga til PENSJÓNISTAR og KOMANDI PENSJÓNISTAR

Samhaldsfasti er ein partur av fullari fólkapensjón. Útgjaldið verður tó stýrt av eini broyting, sum varð gjørd í lógini í 2009. Tá kom kravið um, at persónur skal hava búð 40 ár í Føroyum fyri at fáa fult útgjald.

Broytingin í lógini hevði við sær eina avlaging av Samhaldsfasta. Tey, sum hava búð í Føroyum í styttri enn 40 ár, eru vorðin frátikin rættin til fult útgjald, sjálvt um tey hava goldið inn frá byrjan.

Hesi fólk fáa í dag skert útgjald úr Samhaldsfasta, sjálvt um tey eisini eftir lógarbroytingina hava goldið inn í Samhaldsfasta. Helst eru tað nøkur, ið ikki hava varnast hesa broyting, tí tey fáa nettopensjón á kontu. Eru fólk í iva, kunnu tey venda sær til TAKS um hetta. Fult útgjald er kr. 4.025,-.

Sostatt hava tey, sum vórðu pensjónerað áðrenn 2009, fingið fult útgjald, men fleiri av teimum, sum vórðu pensjónerað aftan á 2009, hava verið fyri stórum vanbýti. Tilsamans eru tað uml. 300 fólk, sum hava havt rætt til fult útgjald, men sum mistu henda rætt í 2009.

Hesin mismunur skal rættast, og tí skulu vit á fund við Kristinu Háfoss tann 18. jan. 2017.

Tað, ið vit vilja, er at fáa ein setning inn í lógina frá 2009, sum ljóðar soleiðis:“Tey, sum hava goldið inn frá byrjan, hava rætt til fult útgjald úr Samhaldsfasta.“

Tað snýr seg nevniliga ikki bara um útlendingar, sum fáa ov lítið útgoldið, men eisini um føroyingar, sum hava búð og arbeitt í útlondum og eru komnir heim aftur. Teir skulu hava rætt til fult útgjald, um teir hava goldið inn frá byrjan!

Hesin mismunur skal burtur, og tí er neyðugt at gera hesa tillaging í lógini, áðrenn pensjónsnýskipanin verður samtykt og sett í verk. Sum tað ljóðar, skal hon fyri tingið í heyst.

Eisini vísir tað seg, at persónar, sum av ymsum orsøkum ikki hava goldið inn, men hava búð í Føroyum í 40 ár, hava fingið rætt til fult útgjald, uttan mun til, um tey búgva her ella í Danmark.

Vit vilja ikki døma ella frátaka nøkrum nakað, men vit vilja vísa á, at fólkapensjónin í Føroyum er minni enn tann í Danmark, og tað skal ikki gerast mismunur.

Um nakar fær at vita, at hann/hon ikki fær fult útgjald úr Samhaldsfasta, ber til at venda sær til Landsfelag Pensjónista á shf(at)mail.fo

Vegna tey, sum eru fyri vanbýti
Bozena Rasmussen
Ole Jensen
Jóna Jimenez
Koos Kamminga
Inger Flø Jørgensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo