Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Politikkur

Nú eru skjótt nógv ár síðani Fólkaflokkurin hevur havt møguleika, at tala Føroya søk á Fólkatingi.

Sigast kann um okkara umboðan á Fólkatingi, at sjálvdan kemur tað fyri, at tað veruliga er brúk fyri einum sterkum og stinnum umboði.

Tá bankakreppan varð fyri, varð umboð Fólkafloksins á Danatingi, Óli Breckmann, garantur fyri sera góðu avtaluni Føroyar fingu, afturfyri at stuðla donsku stjórnini við Pinsapakkanum.

Hann stóð stinnur og boygnaði ikki undir trýsti, og vann Føroyum ein harðvunnan sigur.

Loypa vit fram í tíð, er næstuferð Føroyar veruliga høvdu brúk fyri stinnum umboðum á Fólkatingi, undir seinastu samgongu tá makrelkríggið við ES, við Fólkaflokkinum á odda, varð í hæddini.

Danmark gjørdi sum partur av ES ikki mætari enn at stongja danskar havnir fyri føroyskum makreli.

Tá høvdu vit sanniliga brúk fyri okkara umboðum á Fólkatingi, men hesi umboðini formáddu sær púrt onki, sjálvt um Javnaðarflokkurin hevði umboðið á Fólkatingi, og ein donsk javnaðarstjórn sat við valdinum í Danmark.

Síðani sjógvurin eftir hesa orrustu slætnaði, hevur stórt sæð ikki verið brúk fyri okkara umboðan á Fólkatingi, ikki at loysa stórpolitisk mál landanna millum í øllum førum.

Men okkurt skulu okkara umboð fáa tíðina at ganga við.

Meðan tjóðveldismaðurin hevur hingið í skjúrtuvelinum á einum mislukkaðum katalanskum nationalisti, hevur javnaðarmaðurin spælt stuttligur og framleitt propaganda tilfar at brúka til komandi løgtingsval, fyri danskar fólkatingspengar.

Eitt fyri føroyingar fullkomiliga substansleyst tíðarskeið á Fólkatingi er farið afturvið. Dagdvølja og ballónir, skeið og konferansir, pinnamatur og champagna, fjant og fjas.

Lat okkum velja eitt Fólkafloksumboð á Fólkating aftur, sum hevur slagkraft, og sum vil arbeiða fyri tjóðarbygging, fyri øktum møguleikum fyri útflutningi okkara, fyri Føroyum heldur enn sær sjálvum.

Brandur Sandoy
Fólkaflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo