Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen
Lesarin skrivar

Margeret Thacher varð vald til forsætisráðharra í Bretlandi í 1979 og Ronald Reagan til forseta í USA í 1980.  Hetta var byrjanin til eitt rák, sum kom at seta hugtøk sum profitt, cost bennifit, einskiljing, egingjøld o.s.fr. frammalaga hjá teimum, ið stýra fyri borgum.

Her heima á landi, vóru ávísir politikarar høgrumegin skjótir at lofta nýggju hugskotunum, og við tíðini er tað merkiliga hent, at øll politiska skipanin  nú er opin fyri møguleikum tann vegin. 

Onkursvegna er tað vorðið “smart” og  “in” at hugsa sum ein heilsølumaður, ið selur undirbuksur, trussur og brøsthaldarar, og nýta tað, sum leist fyri, hvussu vælferðarsamfelagið skal rekast.

Beint sum nýggi býráðsmeirilutin í høvuðsstaðnum var um at taka við, kunngjørdu tey, at nú skuldi onnur bót kókast: Heldur enn at styrkja samhaldsføstu skipanirnar, so koma pensjonistar  framyvir at gjalda fyri tænastur, sum privatir skulu veita teimum, ljóðaði.

Ikki gingu nógvir tímar til  høvuðsarkitekturin, nývaldi býráðslimurin fyri Framsókn, dróg í land, rættaði upp og sissaði fólk við, at hetta fór at vera púra sjálvboðið og talan bara var um, at marknaðarkreftirnar sjálvar skuldu koma við tilboðunum, og so kundu fólk taka av, gjalda ella lata vera!! 

Pakkin er also ætlaður til teirra, ið hava fyltan pengapung og sum hava ráð at gjalda fyri eitt nú  reingerð, dygdargóðan mat og kanska gott selskap eisini. Hini, ja tey mugu bara liva við almennu tænastunum, sum svitaleyst fara at minka samsvarandi so hvørt  brúkaragjøldini vaksa og privatiseringarnar gerast fleiri.

Hví  privat, tá ið vit hava væl virkandi almennar tænastur? Hví ikki útbyggja  við verandi leisti heldur enn at eksperimentera við brúkarum, sum ofta eru veikir og viðkvæmir? 

Tá ið fólk stúra fyri avleiðingum av óhepnum broytingum, taka  tey stundum til orðatakið “har ein skriða er lopin er onnur væntandi”. 

Tá ið talan er um at seta brúkaragjøld fyri almennar tænastur og heilsurøkt kemur orðatakið í øllum føri til sítt rætta pláss.

Í Íslandi byrjaði avgjaldsørskan av álvara fyri 20 árum síðani og gongdin er ræðandi. Síggja vit fyri okkum, at nakað tað sama fer at henda her, so kann  tað koma at síggja soleiðis út:

• At fara til kommunulækna  kr. 60,- , kr. 180,- eftir arbeiðstíð og tá ið læknin kemur heim. Pensjónistar sleppa eitt vet bíligari, men børn gjalda sum vaksin.

• Skalt tú tosa við ein serlækna á Landssjúkrahúsinum, skalt tú av við kr. 360,-

• Bara fyri at seta fótin inn um á skaðastovuni kr. 300,-

• Skalt tú taka eina røntgenmynd, so skal tú punga út við kr. 1.600,-

• Ert tú fyri tí vanlagnu, at tú hevur fingið krabbamein, so kanst tú vænta, at tú ert kr. 150.000,-  fátækari, tá ið viðgerðin er liðug.

• Er tað soleiðis, at tú hevur tørv á sjúkraflutningi, so skalt tú av við kr. 1.700,-

• Ert tú gamal og hevur tørv á heimahjálp til at vaska húsini, er tímataksturin  kr. 55,-

• Ítriv fyri gomul kr. 60 hvørja ferð + koyring kr. 50,-, eitt glas av mjólk kr. 2,50, kaffimunnur kr. 7,50, ein kleyna kr. 5,- o.s.fr.

• Hevur tú rúsdrekkatrupulleikar og skal í viðgerð, so mást tú gjalda við kassa 1

Eitt ótal av brúkaragjøldum. Í Íslandi byrjaði tað í smáum,  í Tórshavn er ætlanin at byrja í smáum nú!!!

Brúkaragjøld standa í veruleikanum beinleiðis í andsøgn við almennar tænastur, sum fyri tað mesta verða fíggjaðar umvegis skattir, avgjøld og frá inntøkum av t.d. ali- og fiskiloyvum.

Ein almenn tænasta má fyri alt í verðini ikki gerast til business; tað er fyri tað fyrsta als ikki so snilt sum “managementmenninir” halda og fyri tað næsta hvørki etiskt ella moralskt haldbart.

Fara vit at pilka við hesa skipanina, so koma vit at skapa ein, í føroyskum høpi, ókendan ójavna, sum í síðsta enda kann forkoma tí vælferðarsamfelag, vit kenna í dag.

Almennu vælferðarskipanirnar eiga heldur at betrast og víðkast, tey brúkaragjøld, vit  hava nú,  sum t.d. barnaansing,  eiga  stigvíst at  strikast.

Vælferðin eigur at røkka javnt til øll og gjaldast av øllum í felag eftir førimuni.

Jóngerð Simonsen, nevndarlimur
Starvsmannafelagið

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo