Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Lesarin skrivar

Og eingin ivi er í míni sál, at verður pensiónsskipanin ikki dagførd, so eru Føroyar væl á veg til at gerast eitt brúkarasamfelag. Gloymi aldrin hvussu fegin omma og abbi mín vóru tá tey fingu teirra fyrstu fólkapensión, aftaná Javnaðarflokkurin á fyrsta sinnið tók við lansins leiðslu í 1958, har fólkapensiónin var floksins hjartamál.

Áðrenn tá høvdu tey bæði fingið  eina ellisrentu ið var so lág, at tað var ein beinleiðis háan í móti tá verandi pensionistum. Sjálvsagt eru formennirnir í Fólka og Sambandsflokkinum  frá sær sjálvum, nú Javnaðarflokkurin aftaná Sløk 60 ár sær tað neyðuga  í at broyta pensiónina, soleiðis at pensionistarnir fáa eina veruliga hækkan í pensiónini við at hækka Samhaldsfasta.

Tað hóvar sjálvsagt ikki teimum ”sokallaðu frísinnaðu” flokkunum. Solidaritetspolitikkur er av tí ónda hjá hesum flokkum, tí  tey á hægstu fíggjarligu rókunum eru noydd at gjalda sín bróðurpart til vælferðarsamfelagið.

Hinvegin  tykist tað óskiljandi at formaðurin fyri pensiónsfeløgini og Sonja Jógvansdóttur eru við í kórinum saman við teimum borgarligu  flokkunum sum eru ímóti at pensionistarnir nú koma at fáa eina veruliga hækkan av pensiónini so tað munar, aftaná at partar av pensiónini ikki hava verið prísreguleraðar síðan 2002.

At halda fast við, at ein fólkapensión ið varð sett á stovn fyri 60 árum síðan ikki skal broytast, tá en hugsar um tær veldugu broytingar ið eru gjørdar á øllum økjum, tað er at spæla við kenslunum hjá okkara pensionistum, og tað hava tey ikki uppiborið.

Tá undirritaði sat á Løgtingi fyrst í hálvfemsunum var lønin hjá løgtingslimum umleið kr. 13,000,00 um mánaðan. Nú 25 ár  lønin hjá løgtingslimum kanska hækka við 300% og táttar lønin helst upp í móti kr. 40.000,00. um mánaðan.

Formenn Fólka og Sambandsfloksins royna at fyrigykla fyri pensionistunum, at verður skattafría upphæddin hækka aftur, so eiga pensionistarnir at taka til takka við tí, tað er ikki gott nokk.

Støða Javnaðarfloksins var púra greið áðrenn seinasta Løgtingsval, eins og hon er greið í hesum døgum. Nú er nokk við lappaloysnum fyri okkara pensionistar, ið við tógvi stríð hava lagt lunnar undir okkara samfelag, ið telist millum tey fremstu vælferðarsamfeløg í heiminum.

Solidariteturin hevur verið lyklaorðið til tað samfelag vit hava í dag. Um vit í staðin høvdu eitt kapitalistiskt samfelag eftir leistinum hjá temum borgarligu flokkunum í Føroyum, so hevði ellisrentan áðrenn 1958 kanska verið álitið hjá pensionistunum í dag.

Frank Davidsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo