Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

«Order, Order! The ayes have it!»

Formaðurin í bretska parlamentinum fær av at vita á forsíðunum í bretskum miðlum í dag.

«Brosið sum sigur: Til helvitis við brexit!», skrivar Daily Mail á forsíðuni við eini stórari mynd av Bercow. Í leiðaranum inni í blaðnum verður Bercow ákærdur fyri «skammleysa sabotasju» og verður kallaður ein «skrøggandi egoist».

«Ein vamlisligur snigil», verður Bercow umtalaður sum í The Sun. Tabloidavísin skrivar at brexit-mótstøðufólkini hava fingið sína samsýning fyri «at stuðla tí mest andstyggiliga, vanvirðisliga og frekasta formanninum í sínum starvi».

«Ein álvarsom konstitusjonell kreppa», skrivar The Telegraph, meðan The Guardian skrivar um «brexit-kaos».

Her eru 8 forsíður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo