Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Onnur tíðindi

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Bú- og Heimatænastan í Suðuroyar krevur læknaváttan frá starvsfólkum eftir 2. sjúkradag, tí mett var, at sjúkrafráveran var ov høg.

Umboðsmaðurin metti, at avgerðin um at krevja læknaváttan aftaná 2. sjúkradag liggur innan leiðslurættin, men at almennir myndugleikar skulu taka atlit til vanligar fyrisitingarligar grundreglar, sum løggildisgrundregluna, sakligheit og lutfalsmeginregluna.

Umboðsmaðurin vísti á, at avgerðin at krevja læknaváttan var tikin grundað á høga sjúkrafráveru í eitt stutt tíðarskeið, uttan greining av orsøkunum til høgu sjúkrafráveruna og uttan umhugsni fyri, um onnur minni inntriv kundu bøtt upp á støðuna.

Umboðsmaðurin helt tað tí vera ivasamt, um avgerðin hjá Stýrinum fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy var lutfalslig, og mælti  Stýrinum til at taka málið upp til nýggja viðgerð.

Les álit her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo