Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Nú er nóg mikið! Fólk í Føroyum hava tosað um bústaðartrupulleikar í eina hálva øld, og sera lítið er komið av skafti.

Tí má okkurt henda NÚ.

Vit eru ein bólkur, sum hevur tikið stig til at stovna eitt áhugafelag, sum eitur Búgva, og sum skal virka fyri at øll fólk í Føroyum hava ein bústað.

Búgva ynskir nógv meira kjak um, hví einki verður bygt, tá tørvurin er so ómetaliga stórur.

Ung, gomul, støk, og pør - við ella uttan børn - greiða dagliga frá um trupulleikar við at finna okkurt at búgva í.

Tí skulu fleiri bústaðir byggjast!

Hví byggja fakfeløgini ikki bústaðir?

Hví lata kommunurnar ikki bústaðir byggja?

Hví syrgir landið ikki fyri bústøðum til okkum øll?

Hví gera tryggingarfeløgini ikki íløgur í bústaðarbygging?

Hví vísa bankarnir ikki samfelagssinni?

Hví byggja Bústaðir ikki fleiri búðeindir, sum øll hava ráð til?

Hesar spurningar vil Búgva hava svar uppá.

Búgva er sprottið úr Facebook-kjakbólkinum ”Fjølbroyttari bústaðarmøguleikar í Føroyum”.

Bólkurin, sum hevur 3 mánaðar á baki, telur fleiri enn 3000 limir, og er størsti kjakbólkurin, ið hevur til endamáls at viðgera ovurhonds stóru bústaðartrupulleikarnar í Føroyum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo