Eg haldi, at jú harðari eg arbeiði, jú hepnari verði eg
- Thomas Jefferson
LýsingarUm VP

VP spyr

NAVN / NR.FO

Politikkur

Herfyri átalaði eg Búa Tyril fyri at hava staðið fyri at fáa ein faldara sendan í húsini, har fólk blivu býtt sundur í tey, sum vóru meir og minni kristilig, og tey, sum vóru meir og minni føroysk.

Búi mann vita, at hann ikki átti at latið seg brúka til slíkt.

Men í staðin fyri at biðja um umbering sigur hann í lesarabrævið í dag, at EG skal biðja um umbering...

Sum grundgeving sigur hann, at eg havi lagt hann undir at hava staðið fyri øðrum slíkum svansi fyrr. Tað passar ikki. Eg nevndi nøkur líknandi átøk, men segði ikki Búa hava staðið fyri teimum.

Síðani verjir hann seg við at siga, at rætturin til anonym álop á navngivin fólk kann samanberast við, at vit sleppa aftur um einar gardinur at seta krossin, tá val er.

Ja, tú. Tað skrivar hann faktiskt. At bakbíta fólk anonymt kann samanberast við at atkvøða loyniliga tá tað er val. Hvat skal mann siga... 

Tað triðja beinið undir hesum skinkluta krakkinum hjá Búa er, at tað, at bera eitt skriv í hørt hús, har summi fólk verða kallað ókristilig og óføroysk, ikki kemur undir “lygnir, sleyg og útspilling”.

Tað átti Búi skal latið tey, sum blivu kallað ókristilig og óføroysk, mett um sjálv.

At lúgva og dylja
Fyri mongum árum síðani greiddi Búi Tyril, sum hevði verið journalistur, frá sínum nýggja starvi sum reklamumaður.

Undir yvirskriftini “Propaganda er mítt yrki”, hevði hann m.a. hesa áhugaverdu hugleiðing í samrøðu við Dagblaðið 8. august 1990:

“Tað er upp til hvønn einstakan reklamumann, um hann lýgur ella ikki. Men ein lýsing, ið lýgur, er ein vánalig lýsing, og um lygnin verður avdúkað, so missur viðkomandi lýsing alt álit á sær. Men hinvegin, so kann reklamumaðurin loyva sær at dylja ávísar “negativar” upplýsingar.”

Búi tykist hava hildið seg til henda lærusetning, tá hann sendi faldaran út.

Men viðhvørt kann tað at dylja liggja tætt uppat tí at lúgva. Og Búi ætlaði neyvan at tað skuldi koma fram, at hann hevði staðið fyri at fáa handan góða faldara sendan út. Hvør hevði skrivað og hvør hevði sent út vóru “negativir upplýsingar”, sum skuldu dyljast.

Men tað bleiv avdúkað – og Búi misti álit. 

Spell fyri hann. Men tað fari eg altso ikki at biðja um umbering fyri. 

Rós til Posta
Annars førdi orðaskiftið um faldaran til, at Posta broytir politikk og nú krevur, at navn skal standa undir, tá slík propaganda verður borin út.

Og sí – soleiðis spurdist okkurt gott burturúr øllum hesum.

Ella – kanska ikki so gott fyri Búa og hansara anonyma kunda. Men gott fyri øll onnur. 

Sjúrður Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann