Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag.
- Mark Zuckerberg

VP spyr

NAVN / NR.FO

Onnur tíðindi

Gary Lynch sigur at fyritøka hansara hevur økt søluna við 90 prosentum seinastu tvær vikurnar.

Her er hann avmyndaður við ein bunkara undir gerð fyrr í ár, skrivar NRK.

Eisini aðrir framleiðarar boða frá øktum eftirspurningi frá fólki sum vilja fyrireika seg til eitt møguligt álop frá norðurkoreanarum.

Størsti framleiðarin í USA, Texas-fyritøkan Rising S company, sigur seg hava havt eina tvífalding í eftirspurninginum seinastu tvær vikurnar, sambært Fox News.

Dagligi leiðarin Gary Lynch sigur við miðilin, at frammanundan var Japan størsti marknaðurin Japan, men nú koma fyrispurningar frá kundum á vesturstrond USAs.

Summar fyritøkur lýsa við heimabunkarum við vælútgjørdum køki, spa-rúmi og biljardborði fyri at fáa tíðina at ganga meðan óliviligt er uttanfyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann