Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Lesarin skrivar

Fundurin um Vágatunnilin í gjárkvøldið á Giljanesi var siðiligur og góður, men samstundis syrgiligur. Tí hann avdúkaði eitt stýri, sum ikki megnar at halda eina avtalu. Og vit vita, at grundarlagið undir allari siðmenning er jú, at avtalur skulu haldast, í hvussu er týðandi avtalur, sum eru gjørdar millum eitt landastýri og eina heila oyggj, fyri ikki at siga eitt heilt land.

Tað er longu avgjørt, at Vágatunnilin, sum nú er goldin, skal latast landinum aftur í desember í ár, og so skal vera frítt at koyra har, eins og vanligt er á landsvegakervinum. Men nú í evstu løtu ásannar ein landsstýrismaður, at landið hevur ikki ráð at yvirtaka tunnilin, tí hann jú skal viðlíkahaldast, og játtanin til Landsverk til viðlíkahald av vegakervinum røkkur ikki sum er.

Fyri at rættvísgera, at man nú ætlar at loypa frá eini klokkuklárari avtalu, er landsstýrismaðurin farin at trálesa lógartekstin, og har hevur hann funnið eitt ivamál, sum kann brúkast til at leingja avtaluna og harvið halda fast við, at tað skal gjaldast í eitt langt áramál enn fyri ikki at siga í allar ævir at koyra ígjøgnum Vágatunnilin.

Ongin hevur higartil verið í iva um, at tá lánið, sum brúkarin sambært avtaluni hevur bundið seg til at gjalda aftur við brúkaragjøldum, er útgoldið, og tað er tað nú, og tá landið hevur goldið sín part av útveganarútreiðslunum (t.e. partapeningin), og eisini tað er gjørt, ja, so skal alt anleggið, uttan viðurlag, verða avhendað landinum til ognar. Tíverri stendur í lógini um tunnilin § 1, stk. 4 skølmuta orðingin “tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin”, og hetta verður nú tulkað sum, at brúkarin ikki bara skal gjalda lánið aftur, men eisini játtanina, sum landið hevur latið til verkætlanina.

Í viðmerkingunum til lógina, sum ikki eru óviðkomandi, er greitt, at talan alla tíðina var um, at tað bara var lánið, sum skuldi gjaldast aftur við brúkaragjøldum, og øll tey, sum vóru við til at smíða og samtykkja lógina vistu, at so var. Tað kundi Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, sum hevði kannað viðmerkingarnar til lógina, vátta. Og eisini Anfinn Kalsberg, fyrrverandi løgmaður, sum var við til sjálvt lógarsmíðið og hevði orðið á fundinum, segði tað sama. Jørgin Niclasen, Magni Laksafoss og Ingolf S. Olsen vóru ikki í iva um, at ein avtala skal haldast, hóast Ingolf var eitt sindur í iva um, hvussu lógin skuldi tulkast og helt, at tað átti rættarskipanin at tikið støðu til.

Á fundinum vóru eisini eini ung hjún, sum høvdu valt at seta búgv í Vágum, og sum høvdu fingið tað greiðu fatan, at Vágatunnilin fór ikki at gerast nøkur forðing, tí gjaldið fór at fella burtur um nøkur fá ár. Hesi undrast og spyrja nú, hvat síðan er broytt.

Ein búskaparfrøðingur, sum hevði orðið á fundinum vísti á, at við bummgjaldi fæst ikki full nytta burtur úr íløguni, og samstundis er tað dýrt at krevja bummgjaldið inn. Vágatunnilin kann ikki samanberast við skipini, tí marginalkostnaðurin at brúka tunnilin er næstan ongin, meðan hann er høgur í skiparakstri millum oyggjarnar.

Tað syrgiliga júst í hesum máli er, at tað sum skuldi gerast ein sólskinssøga, nú kanska endar sum ein sorgarsøga. Landið sigur seg mangla pengar til kavarudding, viðlíkahald v.m. Spurningurin er bara, hvat hetta hevur við gjald í Vágatunnlinum at gera, og um tað rættvísger, at ein greið avtala verður brotin.

Greiða fatanin á fundinum tyktist vera, at sjálvandi skal bummgjaldið burtur, sum avtalað. Men Henrik Old, landsstýrismaður, er hinvegin bangin fyri borgarliga sparipolitikkinum hjá Kristinu Háfoss, og tí kann hann ikki siga eina inntøkukeldu frá sær, avtala ella ongin avtala.

Fundurin var áhugaverdur og greiði fekst á fleiri ivamálum. Sjálvandi vilja vágafólk gjalda sín part fyri at byggja og reka almenna samferðslukervið, eisini eitt samhaldsfast samferðslukervi, um tað skuldi verið neyðugt. Men hetta er annað mál og hevur onki við avtaluna í sambandi við verkætlanina um Fast samband um Vestmannasund at gera. Tann verkætlanin var eitt veldugt framstig, og tí er avgerandi at hesin leisturin at fremja samferðsluíløgur ikki dettur niðurfyri, bara tí at Henrik Old er í peningaknípu.
Tað setti sín góða dám á fundin, at Holgar Jacobsen sang nakrar sangir í steðginum.

Erhard Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo