Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Bøkur

Ein fantastiska flott bindibók við hópin av spennandi uppskriftum. Troyggjur til kvinnur, menn, gentur, dreingir, pinkubørn, húgvur, skóleistar, hosur og annað – alt við føroyskari mynsturbinding.

Føroyingar hava eina bindimentan, ið hevur djúpar røtur, og kanska hava vit heimsmet í bindiklubbum samanborið við fólkatalið. Her hittast kvinnur í øllum aldri, koma við hugskotum og flyta kunnleika um bindingina víðari.

Tað eru møðgurnar Marjun Biskupstø og Svanhild Strøm, sum hava skrivað, savnað og sniðgivið hesa spennandi og forvitnisligu bók, har fortíðin fær nýggjan ham.

Við støði í bindibókini hjá Skraddar Debes ‘Føroysk bindingarmynstur’, hava tær báðar evnað til nýggjar, modernaðar uppskriftir, grundaðar á gomlu, siðbundnu mynstrini. Tilsamans hava tær brúkt 52 ymisk mynstur í uppskriftunum, og vísa soleiðis á nakrar av teimum nógvu møguleikunum at binda mynstrut.

So nú er tað bara at taka stokkarnar fram!

Í bókini ber eisini til at lesa um søgu og siðvenju og okkara ríka mynsturarv.

Bókin er í trimum útgávum, føroyskum, norskum og donskum, og hevur longu fingið serstakliga góða móttøku bæði her heima og uttanlands.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo