Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Pappír, ið vatn ikki rínur við, er sonevnt termopappír, ið er viðgjørt evnafrøðiliga við Bisphenol A ella Bisphenol S.

Bæði evnini eru kend fyri at vera hormonórógvandi og at hava neilig og álvarsom árin á heilsuna.

Serstakt er talan um at kvinnur við barn, ikki eiga at koma nærhendis hesum evnum.

ES hevur samtykt at banna Bisphenol A fra januar 2020, men vísir seg at sambærliga evnið Bisphenol S hevur somu heilsuskaðiligu árin. Árin eru m.a. heilaskaðar, vánaliga sáðgóðsku, ovurfiti og neilig árin á bróst hjá báðum kynum.

Danska HK Handel hevur mælt kvinnum við barn til, ið arbeiða við kassan í sølubúðum, at fáa læknaváttan fyri at verða frítikin fyri arbeiði - og við løn.

Sama termopappír finst í pappbikørum, í bakipappíri og pitsabakkum. Flourevni og phalatir verða eisini brúkt at fyribyrgja vætu á pappír og papp, og eisini hesi evni eru at rokna sum sera heilsuskaðilig.

Bisphenol A finst eisini í dósamati har tað skal fyribyrgja at matvøran ikki kemur í samband við metallir.

Hvusssu nógv burðardygd skal finnast í plastlummum til P-bøtur kann ivast nógv í, tá tikið verður við ovurstóra dálkingini frá græslíkisvøllum og mikroplastdálking frá alivinnuni. Men sjálvandi... nú stundar til val... og eitthvørt meira og minni PR-stunt skal finnast.... har orðið burðardygd, sum ikki einaferð, er frammi sum best ber til.

At hugsa eitt vet longur, at eingin kemikaliulóggáva enn er tøk í landinum, er allarhelst trupult tá sjónarringurin ikki røkkur longur enn til plastlumman til P-bøtur.

Pipar og Salt er gott skemt og avgjørt burðardygt, men skemtið ella mangul uppá sama, um so kann sigast, hjá Tórshavnar Kommunu, er meira tarnakrympandi enn gott er – og serstakliga tá tað eisini skal eitast at vera burðardygt.

Kári Thomsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo