Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Tað ert avgerandi neyðugt, at landið setur neyðugan pening av at gera innkomuvegin til Havnar. Annars verður reinur ferðsluruðuleiki um tvey ár, tá ið Eysturoyartunnilin er liðugur. Lutfalsliga fleiri ferðsluvanlukkur henda á Hvítanesvegnum enn aðrastaðni í landinum. Hetta átti landið at tikið í allar størsta álvara.

Men hóast hesa sannroynd, og hóast Tórshavnar kommuna og Samferðslumálaráðið hava gjørt avtalu um ferðsluloysn, so hevur landið bara sett 17 mió. kr. av samlað til innkomuvegin fram til 2020.

Men í 2020 er koyrandi ígjøgnum Eysturoyartunnilin, og sostatt raðfestir landið ikki vegin og setir ikki neyðugu fíggingina av til endamálið.

Tað er lítið virðiligt fyri alt miðstaðarøkið, at landið ikki vil fíggja egna undirskrivaða avtalu, sum greitt sigur, at vegurin skal verða liðugur, tá ið tunnilin er liðugur.

Álvarsligt at bróta gjørda avtalu
Seinasta árið hevur kommunan verið á fleiri fundum við landsstýrismannin um málið. Útgreinandi arbeiði er gjørt um innkomuvegin, og vit hava greitt frá, at Tórshavnar kommuna hevur raðfest sín part komandi árini, so vit kunnu fáa eina góða og trygga ferðsluloysn til eitt uppaftur størri ferðslutrýst í Havnini.

Tórshavnar kommuna og samferðslumálaráðið funnu í felag eina loysn, sum bleiv góðkend og undirskrivað 7. oktobur 2016. Hesa avtaluna mugu vit halda okkum til.

Innkomuvegurin byrjar við Skarðshjalla og gongur umvegis nýggja rundkoyring við Hvítanesvegin oman fyri munnan til Eysturoyartunnilin norður um Havnina og til Oyggjarvegin.

Partarnir hava avtalað, hvørji vegastrekki, íbindingar og flættingar, ið ávikavist landið og kommunan varða av.

Eisini sigur undirritaða avtalan, at tá ið ferðslutrýstið ger tað neyðugt, verður ein tunnil gjørdur á strekkinum frá Villingardalsvegnum og vestureftir til Oyggjarvegin.

Landsverk er okkara vegamyndugleiki og uttan mun til, hvørja loysn vit halda vera tí bestu, er tað verandi undirskrivaða avtala og hennara fakligu tilmæli, sum vit mugu halda okkum til.

Kunnu ikki bíða longur
Tórshavnar kommuna kann ikki góðtaka, at játtanarkarmarnir síggja púra burtur frá, at størsta verkætlan í Føroya søgu skjótt fer at økja munandi um ferðsluna, sum hvønn dag fer at merkja gerandisdagin hjá havnarborgarum.

Innkomuvegurin kostar áleið 250 mió. kr. Men nú játtanarkarmarnir vísa, at landið bara hevur játtað 17 mió. kr. fram til 2020, mugu vit staðfesta, at landið er lopið frá avtaluni.

Hetta er sera álvarsligt, og hetta kunnu vit ikki góðtaka

Tórshavnar kommuna hevur undirskrivað eina avtalu, og hon skal haldast. Nú hava vit bíðað nóg leingi.

Annika Olsen
Borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo