Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Skúli

Fróðskaparsetrið: Fróðskaparsetrið hevur seinastu trý árini verið partur av BuSK verkætlanini, sum hevur vunnið Arctic Award heiðurslønina 2019 í bólkinum “Sustainable use of resources”.

BuSK stendur fyri Building shared kowledge capital to support natural resource governance in the northern periphery og hevur snúð seg um at menna amboð til luttakandi lendisplanlegging, og at sameina staðbundna vitan og serfrøði í planleggingarmannagongdum viðvíkjandi stýring av náttúrutilfeingi.

Í Føroyum hevur verið arbeitt í Sandoyar sýslu, har kanningar eru gjørdar av staðbundnari lendisnýtslu, og hvussu staðbundin vitan kann nýtast í menningini av nýggjum vinnum, til dømis innan landbúnað og ferðavinnu.

Fróðskaparsetrið hevur millum annað samstarvað við Visit Sandoy um at menna eina “Ferðavinnu ið ikki órógvar”, og hetta arbeiðið varð lagt fram á BuSK ráðstevnu í Finnlandi í februar 2019, har Tordis Kristina á Rógvi Simonsen (Visit Sandoy) hevði framløgu (sí mynd).

BuSK varð stuðlað av NPA (Northern Periphery and Arctic Programme), og fyri føroyska partinum av BuSK hava staðið; Gestur Hovgaard (verkætlanarleiðari), Ragnheiður Bogadóttir og Marita Svartá.

Leinki til heimasíðuna hjá NPA Northern Periphery an Arctic Programme er her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo