Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Vinna

Búskaparráðið hevur fyri fyrstu ferð sagt sína hugsan um lógaruppskot, og er tað í sambandi við uppskotið hjá samgonguni um nýggja fiskivinnulóg.

Niðanfyri er hoyringssvarið hjá Búskaparráðnum:

Viðmerkingar til broytingar í lóg um sjófeingi.

Í sambandi við broytingar í lógini um sjófeingi, vil Búskaparráðið eftir umbøn hervið gera nakar yvirskipaðar viðmerkingar. Tíðin hevur verið so knøpp, at viðmerkingarnar ikki kunnu vera so fullfíggjaðar
sum ynskiligt.

Tá lógin av fyrstan tí var til viðgerðar undir síðstu samgongu hevði, valdi táverandi ráð ikki at gera nakrar viðmerkingar. Búskaparráð heldur tó, at tá talan er um so avgerandi reglur fyri føroyska búskapin, eigur ráðið at geva sítt fakliga íkast.

Broytingar í lógini eru fleiri, lógin er torgreidd við nógvum smálutum at hava atlit fyri, men yvirskipað eigur lógin eftir meting Búskaparráðsins at lúka tvey endamál.

• At fiskatilfeingi verður veitt burðardygt og effektivt.

• At tilfeingisrentan, sum er virði av veiðurættindunum, fellur til eigaran av tilfeinginum, Føroya fólk.

Búskaparráðið hevur í sínum tveimum seinastu frágreiðingum mælt til at fiskirættindi verða seld á uppboði. (Frágreiðing frá vári 2019, síðu 37; á heysti 2019, síðu 40 og 77). Víst verður til hesar frágreiðingar. Mælt verður til uppboðssølu fyri at tryggja, at tað verður produktiviteturin í vinnunum sum avgerð, hvør fær atgongd til rættindini. Og í øðrum lagi fyri at tryggja at eitt rætt gjald, eitt gjald sum svarar til marknaðarvirði, verður tikið fyri rættindini.

Samgongan mælir í sínum uppskoti til at avtaka skipanina við uppboðsølu, og mælir í staðin til at 1-ára rættindi, seld í 2019, verða endaliga seld sum 10 ára rættindi í 2010. Hetta verður so tann seinasta uppboðssølan. Restin av rættindunum við stórum potentiellum og aktuellum søluvirði vera útlutaði ella givin ókeypis frá landinum (í høvuðsheitum eftir søguligum fortreytum) eina ferð með alla. Framtíðar lóggáva viðvíkjandi hesum keyptu og givnu rættindum má respektera ásetan grundlógarinnar um ognartøku, men hinvegin hevur landið fríðari ræsur í lóggávu um m.a. veiðugjald (sum er fevnt av aðrari lóg). Hereftir verða sostatt við einum lagt um til 10 ára rullandi loyvi, sum bert kunnu uppsigast við løgtingslóg, og við eini 10 ára freist. Øll hesi loyvi verða hereftir umsetilig.

Loyvi við 10 ára rullandi rættindum hava eitt stórt potentielt og eisini aktuelt virðið - tí talan er um kapitaliseraða virðið í tí tíðarskeiðinum, sum umsetiligu rættindini fevna um. Virðini av hesum rættindum eru somuleiðis ógvuliga óviss, og tískil skulu tey, ið bjóða seg fram, meta um framtíðarvánir fyri fiskiskap, oljuprís og poliskari støðu. Stóri váðin ger at prísurin á marknaðinum verður minni enn hann annars vildi verið, og at nýggir og smærri aktørarar fáa tungt við at halda seg framat.

Hinvegin hevur verið ført fram, at neygugt er við tryggum kørmum, so at til ber at gera íløgur. Til tað er at siga, at tryggir karmar ikki neyðturviliga eru long gildistíð á rættindum, men at tað er ein tryggleiki um hvør leistur er galdandi. Langtíðarrættindi kunnu tí tørturímóti vaksa um váðan viðvíkjandi teimum íløgum, sum vera gjørdar í fiskirættindi. Somuleiðis kann grundgevast fyri at langtíðarrættindi, har gjaldið fyri atgongd verður ásett politiskt, ikki eggjar til produktivar íløgur, men íløgur eftir politiskari ávirkan.

Av omanfyristandandi orsøkum mælir Búskaparráðið frá at avtaka almennu uppboðsøluna av veiðirættindum, men heldur víðka um uppboðsøluna, soleiðis at øll rættindini vera boðin út.

Búskaparráðið hevur í sínum frágreiðingum viðgjørt fíggjarpolitiska haldførið, sum er undir stórum trýsti.

Ein hornasteinur í at møta hesari avbjóðing er ein høgur búskaparvøkstur, ið kann styðja upp undir eitt høgt og hækkandi alment tænastustøði (heilsu-, almenna- og undirvísingarverk), ið kann eggja ungum fólki til at búseta seg í Føroyum. Búskaparvøkstur fæst so at siga bert gjøgnum produktivitetsvøkstur. Í Føroyum hevur fiskivinnan verið týðandi kelda til produktivitetsvøkstur, og verður hon vónandi framvegis hetta. Um ikki, er vandi á ferð.

Tí eiga ásetingar í fiskivinnulóggávu at avmarka seg til fyrisiting og til at basa marknaðarbrekum. At knýta veiðuloyvi aftur at skipununum tænir ikki nøkrum produktivum ella lívfrøðiligum endamáli, men ger tað truplari at veiða fiskin við teimum tólum, sum til ein og hvørja tíð egna seg best til endamálið. Hetta fremur ikki produktivitetin – tvørturímóti. Í staðin eigur dentur at verða lagdur á at bøta føroyska kappingarførið gjøgnum produktivitets-mennandi tiltøk.

At fiskurin á Føroyaleiðunum verður veiddur so væl og skynsamt sum gjørligt eigur at vera endamálið. Til at røkka hesum endamálið er er eftir meting Búskaparráðsins ein marknaðarskipan, har tilfeingisrentan fellir til landið, besta amboðið.

Í viðmerkingunum til endamál lógarinnar (á síðu 26) verður ført fram, at “regluverkið skal eisini lúka rakstrar- samfelagsbúskaparlig krøv. Rakstarbúskaparliga kravið er, at fiskiveiðan ber seg, útvegar fiskimonnum rímiliga inntøku, at nóg mikið er til rakstur, kapitalkostnað og nýiløgur.

Samfelagsbúskaparliga kravið er , at veiðan gevur so stórt íkast til tjóðarúrtøkuna sum gjørligt.

Regluverkið skal tryggja, at mest møguligt av virðisøkingini í sambandi við gagnnýtsluna av fiskatilfeingnum er í Føroyum og kemur føroyska samfelagnum til góðar.. ..../....Yvirskipaða endamálið við lógini er tí eisini at stuðla undir arbeiðs- og inntøkumøguleikunum og møguleikunum fyri vinnuligum virksemi um alt landið”.

Búskaparráðið viðurkennir til fullnað hesar endamálsorðingar. Hinvegin eigur at verða væl ansað eftir, at fríhandilssáttmálar Føroya við onnur lond ikki verða brotnir við tí endamáli at styðja upp undir arbeiðsvirknið í Føroyum og arbeiðsvirknið kring alt landið. Hesi seinastu eigur at verða styðjað upp undir gjøgnum økt kappingraføri og við einum høgum produktivitetsvøkstri gjøgnum betri tøkninýtslu.

Myndugleikin má eisini skilja, at ein høgur produktivitetsvøkstur gjøgnum nýtslu av nýggjari tøkni ikki bara skapar búskaparvøkstur. Produktivitetsvøkstur við nýtslu av nýggjari tøkni skapar eisini næstan uttan undantak “umveltingar” (kollveltandi umbroytingar) í búskapinum og á arbeiðmarknaðinum. Hetta eru umveltingar, sum elva til arbeiðsloysi hjá teimum raktu, um ikki serligar skipanir eru, sum lofta fólki í slíkum umstøðum, og sum kunnu verða við at skapa nýggj arbeiðspláss og fyribyrgja langtíðararbeiðsloysi.

Slupptíðan og línubátatíðin í Føroyum eru dømi um tíðarskeið við tvørrandi tøknimenning uttan produktivitetsvøkstur, og dømi um tíðarskeið við stórari fólkafráflyting. Umráðandi er at slík tíðarskeið ikki koma aftur.

Eftir meting Búskaparráðsins kann umrødda “gávan” til reiðaríini gerast ein “koddi at sova á”, og har reiðaríini verða vard frá kapping.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo