Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Kommunur og land mugu arbeiða við nógvari ferð, tá momentum er í búskapinum og gera neyðugar íløgur, tí hesar hava ligið á láni tá tíðirnar hava verið vánaligar.

Tað hevur jú bert verið peningur til rakstur.

Um kommunur og land ikki gera íløgur í góðum tíðum, so fer alt upp í øktum rakstrarútreiðslum.

At kommunur einans kunnu lána upp til eina álíkning er eitt sera neyðugt og hent og víðfevnt amboð hjá Fíggjarmálaráðnum at stýra kommununum við.

Øll minnast, tá kommunur kundu skylda upp í fleir álíkningar, hetta ynskir eingin at koma aftur í.

Men hinvegin, so er kommunala frælsi nevniliga at kunna arbeiða innanfyri eina álíkning.

At halda at kommunur kunnu gera íløgur í ringum tíðum, ber als ikki til, tí tá tíðirnar gerast verri aftur hava kommunur torført við at klára rakstur og tað sama er galdandi hjá landinum, hetta vita øll sum kenna til lands- og kommunubúskap og søguna hjá okkara landi.

Tað eru og verða sveiggj í samfelagnum og búskapinum og tað eiga vit at kunna liva við eins og vit eiga at duga at liva við at tað eru sveiggj í fiskivinnuni, hetta er púra náttúruligt, og vit kunnu ikki brúka hasar gomlu teoriir frá universitetum í okkara fiskivinnufelag.

Vit mugu tora at liva og virka í hesum landi. 

Óli M. Lassen, býráðslimur - siviløkonomur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo