Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Nú ber til skjótt og lætt at síggja, hvussu tú sleppur frá a til á við býarbussunum í Tórshavnar kommunu.

Bussleiðin er nú komin á GoogleMaps, so tú altíð sært skjótastu leiðina úr einum stað í Tórshavnar kommunu íannað.

Hetta merkir, at tú kanst fara inn á Google og finna útav, hvussu tú skjótastkemur eitt nú av Argjahamri og í Steinatún.

Bussleiðin á Google er eitt sera hent amboð hjá teimum, sumskulu leggja bussferðina til rættis. Bussleiðin á Google tekur eisini hædd fyriskúladøgum, vikuskiftum og halgidøgum.

Tú kanst ómakaleyst seta tína ferð við bussleiðini saman HER.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo