Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
Onnur tíðindi

Í sambandi við at Glasir flytur út í Marknagil, verða broytingar gjørdar í Bussleiðini.

Bussarnir, ið koyra framvið Glasir, eru Leið 1 og 4, ið steðga á Marknagilsvegnum, og leið 3 og 5, ið steðga á Landavegnum.

Sí alla ferðaætlanina hjá Bussleiðini: trýst her

Ferðslan, ið áður var savnað um Hoydalar, skal nú beinast í Marknagil í staðin, og tískil verður broyting gjørd á leið 5. Leið 5 koyrir í framtíðini ikki eftir Eystara Ringvegi og Hvítanesvegnum, men eftir Vegnum Langa, Sundsvegnum og Norðara Ringvegi og víðari sambært ferðaætlanini.

- Broytingin eigur ikki at ávirka borgaran til tað verra. Bussleiðin hevur fleiri leiðir, ið koyra til og frá Glasir, har trýstið nú kemur at vera, ið áður var økið við Hoydalar. Tað er avgerandi fyri okkum at veita eina góða tænastu, og vísir tørvurin seg at vera ein annar, mugu vit seta eyka inn. Tað má tíðin vísa, sigur Jákup Dam, formaður í teknisku nevnd.

Talvurnar við broyttu ferðaætlanini hjá Leið 5 verða skiftar á busssteðgistøðunum í viku 34, men vera tøkar á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu frá mánadegnum 13. august.

Meðan arbeitt verður við Skúlanum á Fløtum og Musikkskúlanum, verður heitt á tey, sum brúka Leið 3 og 5 á Landavegnum – og sum skulu á Glasir – um at ganga eftir Perskonugøtu og at fylgja gøtuni víðari niðan til Glasir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo