Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Um tað gongst sum Bústaðir ætla, so verða sjey íbúðir bygdar í gomlu kommunuskrivstovuni í Vestmanna.

Bústaðir keypti bygningin frá kommununi fyri 16 kr, og upprunaliga var ætlanin at byggja seks íbúðir. Men arbeiðið við at gera bygningin kláran steðgaði upp, og í langa tíð hevur byggiplássið misprýtt bygdina, sum R7 vísti á í myndarøð herfyri.

Bogi Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Bústøðum, sigur við VP, at stígur kom í arbeiðið, tí tað er lættari sagt enn gjørt at fáa fólk at gera arbeiðið. Men nógv er gjørt, til dømis er alt tikið innan úr bygninginum, kjallarin er útgrivin, nýggj steinseting, undistoyping og sokkulbjálving er gjørd og dren lagt uttanum bygningin.

- Mikudagin er ætlanin at hava fund á staðnum við møguliga áhugaðar arbeiðstakarar í Vestmanna. So vóna vit, at vit kunnu koma ásamt um at arbeiðið skal halda fram.

Bogi Jacobsen sigur, at fýrur er staðfestur í stórviðinum, og tí er eisini neyðugt at brúka tíð og orku uppá beina fyri honum.

- Verkætlanin við øllum higartil liggur um tvær milliónir krónur, har vit hava fingið ruddað og tømt bygningin. Kjallarin er útgrivin og steinsettur av nýggjum, soleiðis at vit í dag kunnu fáa 7 íbúðir inn í bygningin og ikki 6 sum upprunaliga varð lagt upp til, sigur Bogi Jacobsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo