Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Lesarin skrivar

Stutt fyri Ólavssøku legði Tórshavnar kommuna fram uppskot til serstaka byggisamtykt fyri eitt øki í verandi býlingi Undir Kongavarða.

Endamálið er at loyva einum privatum felag at kroysta 94 leiguíbúðir inn á eitt øki, sum upprunaliga er ætlað til 30 íbúðir. Eitt øki, har tað frammanundan er ein tættbygdur býlingur, við 50 íbúðum og 64 raðhúsum, sum hýsa umleið 350 borgarum.

Býarskipan á uppboðssølu
Hetta er úrslit av, at meirilutin í Tórshavnar býráð, er farin undir at selja býarskipan á uppboðssølum. Tey hava gjørt slíkar miseydnaðar royndir fyrr, bæði á Frúutrøð og einaferð fyrr Undir Kongavarða, men tað tykist sum at nú skal hetta bara trumfast ígjøgnum, uttan mun til vanliga sunna fornuft. Í hesum sambandi fer býráðið so langt sum at nokta nærmastu grannunum innlit í partar av málinum.

Skjøl í málinum vísa greitt, at hóast tað frá býráðsins síðu vera nýtt ymisk føgur orð í útbjóðingartilfarinun, sosum ikki at taka útsýnið frá grannum omanfyri; at taka atlit til nærumhvørvið o.l., so verður ikki sagt eitt orð um ferðsluviðurskiftini og skuggaávirkan á nærmastu grannarnar. Men serstaka byggisamtyktin vísir tó eina bygging, har øll ferðslan verður leidd inn á verandi býling, og at ætlanin er at loyva høgari bygging, sum á ongan hátt tekur atlit til nærumhvørvið og grannarnar.

Almenna framløgan av uppskotinum til serstaka byggisamtykt er tí ikki annað enn kávalótir frá býráðsmeirilutanum.

Excel-arkið yvirtrumfar býarskipanarlóggávuna
Hesin nýggi leisturin hjá býráðsmeirilutanum, er ikki annað enn reguler uppboðssøla av býarskipan í Tórshavnar kommunu. Tað ert fyrst og fremst Excel-arkið hjá privata felagnum sum kommunan ætlar at selja økið til, sum avgerð treytirnar fyri ætlaðu byggingini Undir Kongavarða. Tað er týðiligt, at tað eru í øllum førum ikki lógarásettu krøvini í §3 og §5 í býarskipanarlógini, sum avgera treytirnar í hesum ítøkiliga málinum, sum er í greiðari andsøgn við endamálið í býarskipanarlógini.

At bústaðartørvurin í Havnini er stórur er eyðsæð. Men hann kann loysast uttan at býráðsmeirilutin loypir um garðin har hann er allar lægst, við at oyðileggja heilar býlingar sum longu eru har, sum verður úrslitið av hesi ítøkiligu lappaloysnini Undir Kongavarða. Býráðið eigur ein heilan haga – Flatnahaga – har ríkiligt er av plássi til íbúðabygging, og tað kann gerast uttan at gera seg inn á verandi býlingar.

Býráðið gjørdi fyri nøkrum árum síðani eina sonevnda kommunuætlan, har stungið varð út í kortið hvar bústaðarvøksturin skuldi vera fram til 2030 (sí https://www.torshavn.fo/get.file?ID=2191). Ongin bygging var tá ætlað afturat á økinum har býráðsmeirilutin nú vil loyva einum privatum felag, at kroysta 94 leigubústaðir inn á.

Rein desperatión í býráðnum
Hetta ítøkiliga málið vísir týðiliga, at býráðið hevur ikki fylgt síni egnu kommunuætlan, og hevur sovið í tímanum. Verandi býráðsmeirilutin hevur tí nú í reinari desperasjón lagt seg skerflatan, og ætlar at loyva ”discount”-bygging av bíligasta og ringast hugsandi slagi, bert fyri at bøta um sína ringu samvitsku, av ikki at hava gjørt nakað munadygt við bústaðartørvin í góðari tíð. Og kanska eisini fyri at hava nakað at vísa á til næsta kommunuval.

At hetta slagið av bygging verður til ”slum” innan stutta tíð, sæst ikki fyrrenn byggingin er liðug og fólk eru flutt inn, men tá er næsta býráðsvalið farið afturum, og tá er eisini ov seint at rætta uppá mistakið, fyri tann býlingin sum tá er blivin oyðilagdur. Og slík bygging er heldur ikki ein hjálp til tey neyðars fólk sum eru í tí trongu støðu, at tey noyðast at flyta inn í hesa fyrstu ghetto´ina í Tórshavnar kommunu.

Tey 10.000 trøini
Marin Katrina Frýdal, form. í Byggi- og býarskipanarnevndini hevur í miðlunum seinastu dagarnar fortalt um stóru ætlanina við planting av 10.000 trøum, skógarfriðing og annað. Tað er eisini at fegnast um, at slík stig verða tikin. Men heldur enn bert at hugsað um sítt egna nærumhvørvið í Hoyvík, har meginparturin av trøunum skulu plantast, so er hetta eisini ein gyltur møguleiki hjá formanninum í Byggi- og býarskipanarnevndini, at skapa eina lítla viðalund, frítíðarøkið, gøtuskipan og spæliøki fyri allan tann stóra, nýggja býlingin í erva á Argjum. Flest øll í økinum vilja ivaleyst stuðla og hjálpa til við hesum.

Komið til fornuft
Tit í meirilutanum – Annika Olsen, Marin Katrina Frýdal, Gunnvør Balle, Bogi Andreasen, Jákup Dam, Turið Horn og Bergunn Kass - sum hava tikið undir við at trumfa hesa ætlanina ígjøgnum, eru við at reisa tykkum tann keðiliga politiska minnisvarðan, at tit skaptu fyrstu ghetto-byggingina í Tórshavnar kommunu, um tit ikki saðla um meðan møguleiki enn er til tað.

Um tit í býráðsmeirilutanum hava nakra sum helst virðing fyri ásetingum og endamáli við býarskipanarlógini, fyri kommunuætlanini, og ikki minst fyri borgarum í verandi býlingum á Argjum, so eigur ætlaða ”slum”-projektið Undir Kongavarða at verða slept beinanvegin.

Farið í staðin undir eina nýggja útbjóðing at byggja tær 30 íbúðareindirnar sum upprunaliga vóru ætlaðar at verða har, og farið samstundis undir at skapa umstøður at byggja nýggjar bústaðir á nýggjum økjum sum eru ætlaði og egnaði til tað, millum annað í haganum hjá kommunu, Flatnahagi.

Vónandi vigar trivnaðurin hjá borgarum á Argjum ikki minni enn tey 10.000 trøini og trivnaðurin í nærumhvørvinum hjá nøkrum býráðslimum.

Jákup Egholm Hansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo