Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Síggi at ein Eivindur Weihe ger burtur úr sær í Portalinum, um navnið skal verða Skálafjørður/Skálabotnur og ferðast hann víða aftur og fram í søguligum tilfari har bygdin er navnsett Skálabotnur á ymisk kort upp gjøgnum tíðirnar.

Hesin Eivindur metur, at tá tann danska herstjórnin (generalstaben) í 1901 meinar at bygdin skal eita Skálabotnur og onki annað, so er og verður tað so.

Skilji, at hesin Eivindur hevur eisini verið í staðarnevndini og verið inni í Skálafirði í 1987 og spurt ung sum eldri um navnið Skálabotnur. Hann hevur so ikki verið inni hjá mær.

Til alt hetta sum hesin Eivindur er komin til, er at siga, at tað má jú vera fólkið sum býr á staðnum, sum ger av, hvussu í hesum føri bygdin skal eita og ongin annar. 

Er viljin í bygdini, meiriluti fyri, at bygdin eitur "í Skálafirði", "Skálafjørður" so er tað tað rætta navnið á bygdini og onki annað.

Eg fari at spyrja henda søgukøna mannin Eivind um, hvussu staðarnavni Funningsfjørður er vorðið til.

Umstøðurnar har eru akkurát tær somu, sum fyri Skálafjørð.

Hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvussu hettar er komið í lag og hvat tey søguligu kortini siga um tað.

Bygdin Lamba var eisini broytt aftur frá Lambi til Lamba uttan nakra atkvøðugreiðslu.

Tað hevði eisini verið áhugavert at fingið at vita, hvussu rættleikin av bygdini er komin frá Lambi til Lamba.

Møguliga hevur hesin Eivind eisini eitt svar uppá tað.

Veit ikki um hesin Eivind er í staðarnevndini enn, men er hann tað og tosar hann fyri nevndina, so kann tað gera tað sama, hvat úrslitið av atkvøðugreiðsluni verður, tí úrslitið av atkvøðugreiðsluni skal leggjast fyri staðarnevndina, sum síðan ger av, hvat navnið á bygdini skal verða, sama um meiriluti verður fyri navninum Skálafjørður ella ikki.

Ein løgin íkomin støða.

Millum reglurnar fær ein varhugan av at hetta skrivið frá Eivind Weihe er umbiðið nú upp undir atkvøðugreiðsluna, kann bert gita av hvørjum.

Hann hevur havt ríkiligt av tíð til at gera vart við síni sjónarmið, um nøvnini Skálfjørður/Skálabotnur.

Til bygdarfólki, lati ikki onnur uttan í frá siga tykkum hvussu bygdin skal eita, men seti krossin við tað navni, sum eftir tykkara tykki er tað rætta, eftir bestu sannføring.

Øðrvísi verður tað ikki. 

Umborð á "Norman Leader"
Almfinn Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo