Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Politikkur

Á býráðsfundinum hóskvøldið 28. november 2019 samtykti Klaksvíkar býráð endaligu fíggjarætlanina fyri 2020, har millum annað 5  mió. kr. eru settar av til bygging av nýggjum dagstovni Oman Valrætt.

Tað hevur ligið í kortunum í eina tíð at byggja nýggjan dagstovn í Klaksvík, og fyrireikandi arbeiði er eisini gjørt seinastu árini. Og við samtyktu fíggjarætlanini fyri 2020 er nú greitt, at farast kann undir ítøkilligar fyrireikingar av sjálvari byggingini, sum byrjar í 2020, og nýggi dagstovnurin kann standa liðugt bygdur í 2021.

- Sum forkvinna í trivnaðarnevndini børn & ung eri eg sera fegin um hesa íløguavsetingina, sum ger tað møguligt at fara í gongd beinanvegin at fyrireika byggingina, tí tað er stórur tørvur á einum nýggjum dagstovni, sigur Beinta Klakstein við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu.

- Byggiskráin er frammanundan framleidd av einum arbeiðsbólki við fakfólkum, sum handaði borgarstjóranum byggiskránna í oktober 2017. Tá lá í kortunum at fara undir byggingina beinanvegin, men vegna vaksandi barnatalið her í kommununi seinastu árini hevur kommunan verið noydd at útvega skjótar útbyggingar av dagstovnaplássum.

- Tað er eisini eydnast kommununi at gjørt nakrar skjótar útbyggingar á dagstovnaøkinum hesi seinastu árini. Her kann eg nevna víðkanina av Dr. Margrethu Barnagarði, nýggju dagstovnaeindina Brekkuskákið og útbyggingina av Fjallafípuni, sum stóð klár og varð tikin í brúk fyri fáum vikum síðan, sigur trivnaðarnevndarforkvinnan, sum  upplýsir, at hetta seinasta árið er talið av plássum á dagstovnaøkinum økt við 50.

Men nú er stýrisbólkur settur at standa fyri fyrireiking, fremjing og fíggjarstýring av byggingini, sum hevur fingið 5 mió. kr. játtaðar til byggingina í 2020, og írestandi upphæddin verður játtað í 2021.

- Við hesum er greitt, at byggingin av nýggjum dagstovni byrjar í 2020, og nýggi dagstovnurin kann standa liðugt bygdur í 2021, sigur Beinta Klakstein, forkvinna í TrN B&U.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo