Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Skúli

Sjokkeraðir norskir politikarar sótu bara og gapaðu, tá ið tað skiltist, at miðnámsskúlin í Skien ikki fær nakra kantinu, heldur ikki nakran dansisal og onnur týðandi rúm.

Í nýggja skúlanum, sum er kendur fyri sín musikk, dans- og dramabreyt, er ikki budsjetterað við hvørki dansisali ella kantinu.

Tað kom fram tá ið prosjektið var lagt fram í gjárkvøldið, skrivar NRK.

Dreymaskúlin er mettur at kosta 618 milliónir norskar krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo