Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Tørvur er á fleiri vøggustovu- og barnagarðsplássum. Í tí sambandi samtykti býráðið í januar 2019 at byggja Býlingshúsið Vesturi á Flat út við fýra stovum afturat og hartilhoyrandi rúmum.

Arbeiðið varð boðið út í heildararbeiðstøku .Trý heildararbeiðstoymi vórðu boðin við og tvey uppskot komu inn. Uppskotini komu inn um miðjan maj mánaða.

Uppstkotini vórðu síðan gjøgnumgingin og vektaði av eini dómsnevnd, og í hesi viðgerðini fingu Sp/f ÁTS flest stig. Sp/f ÁTS hevði eisini lægsta prísin á kr. 28.189.000,00

Í juni mánaði heimilaði býráðið umsitingini at fara undir samráðingar við bílígasta tilboðsveitara, og at gera og skriva endaligan sáttmála.

Í gjár undirskrivaðu partarnir arbeiðstakarasáttmála. Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini, og Annika Olsen, borgarstjóri, vegna Tórshavnar kommunu, og Karstin Vang vegna Sp/f ÁTS

Uppskotið skal nú prosjekterast liðugt, áðrenn arbeiðið byrjar á staðnum. Eftir ætlan skal nýggi útbygningurin/stovnurin handast byggiharranum í oktober 2020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo