Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Eysturkommuna: Býráðshúsið í Eysturkommunu hevur vunnið eina altjóða virðisløn í Chicago Athenaeum’s International Architecture Awards. Talan er um eina virðisløn í bólkinum ‘kommunalir bygningar.

International Architecture Awards heiðrar vakra og týðandi byggilist um allan heimin innan bólkar so sum almennir bygningar, skúlar, universitet, átrúnaðarligir bygningar, skrivstovu bygningar, listasøvn og mentanarligir bygningar.

Hetta er ikki fyrsta virðisløn, ið er latin til býráðshúsið í Eysturkommunu. Í fjør fekk býráðshúsið fyrstu heiðursløninaí bólkinum ‘Almennir bygningar’ í Global Architecture & Design Awards. Nakrar fáar mánaðir seinni fekk býráðshúsið eina virðisløn frá Architecture Master Prize í bólkinum ‘Stovnsbyggilist’.

International Architecture Awards hevur síðan 2004 latið heiðurslønir til stór avrik innan byggilist og stórbýarlist út frá einum globalum sjónarhorni. 

– Vit eru væl nøgd við býráðshúsið og errin av, at okkara bygningur fær so góð ummæli, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri. Áhugin fyri at síggja býráðshúsið er stórur, bæði millum føroyingar og ferðafólk, so her hava eisini nógv fólk verið á vitjan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo